Søgulig bronsa í trap

Annan dagin á rað eydnaðist føroysku skjúttunum í gjár at fáa eitt gott úrslit, tí í liðkappingini í trap vunnu Føroyar bronsu. Hetta er fyrstu ferð nakrantíð, at Føroyar vinna heiðursmerki í liðkappingini í trap á einum oyggjaleikum

Yvirhøvur hevur verið langt millum sjussarnar hjá føroysku skjúttunum. Undan hesum leikunum vóru tvær bronsumedaljur komnar í leypin – onnur í trap til Finn Ludvig í 1993 á Isle of Wight og hin í skeet til Marius Joensen í 2005 í Hetlandi. Síðani kom liðgullið í skeet sunnudagin, og í gjár kom so eisini ein liðbronsa í trap.
Skjúttarnir báðir, Esmar Andreasen og Ragnar við Streym, kundu einki gera við skjúttarnar av Menorca og Cayman-oyggjunum, sum skutu framúr væl og vunnu gull og silvur við ávikavist 157 og 150 stigum. Men í kappingini um bronsuna eydnaðist teimum í avgerandi løtuni at halda Álandi aftan fyri seg.
– Tá teir eftir 50 dúgvur vóru komnir í helvt við kappingina, vóru teir eina dúgvu framman fyri Áland, sum tó vendi øllum og var níggju dúgvur frammanfyri, tá 75 vóru skotnar, greiðir formaðurin í Skjótisambandinum, Johnhard Klettheyggj, frá um spennandi endan á liðkappingini.
– Nú síðstu 25 dúgvurnar vóru eftir, skuldi alt avgerast, men tá kiksaði royndasti skjúttin hjá álendingum, Bengt-Olof Lindgren, sum bara rakti 10 dúgvur. Esmar fekk hinvegin ordiliga fatur á tí og skjeyt 20, so nú vóru vit eina frammanfyri, tá Ragnar fór í gongd, men hann var púra kaldur og syrgdi fyri, at munurin helt sær og øktist, so vit vóru tvær dúgvur frammanfyri, tá alt endaði.
Sostatt fingu Esmar Andreasen og Ragnar við Streym 137 stig, meðan Áland fekk 135, Hetland 133 og Gibraltar 130 stig, so kappingin varð sera hørð.
– Undan leikunum vóru góðar vónir til heiðursmerki í skeet, meðan vónirnar til trap vóru eitt sindur meira varnar, tí har skuldi alt ganga upp í eina hægri eind. Tað gjørdi tað nú, so skjúttarnir eru sera fegnir um bronsuna í trap, sum gevur gott mót undan einstaklingakappingini, nú hon fer í gongd, sigur Johnhard Klettheyggj.