Umboðini úr teimum 109 londunum, sum hava tingast í Dublin teir seinastu 10 dagarnar, samdust í gjárkvøldið um eitt uppskot, sum írski samráðingarleiðarin, Dáithi O'Callaigh, hevði lagt fram fyrr í gjár. Uppskotið er ikki eitt fullkomið bann ímóti teimum illa gitnu tyssibumbunum, men bannar londum at brúka hesar bumbur í kríggi. Samstundis áleggur avtalan londum at beina fyri sínum tyssibumbum sum skjótast og at rudda økir, har hesar bumbur liggja.
Tað leikaði hart á, áðrenn semja fekst. Fleiri lond í Afrika vildu hava eitt fullkomið bann, og fleiri lond í Vesturheiminum royndu at útseta gildiskomuna. Tað var serliga Bretland, sum lá í buktini. Bretska sendinevndin kravdi at fáa fleiri undantøk inn í avtalutekstin, men mikudagin slepti sendinevndin øllum krøvunum eftir beinleiðis boðum frá Gordon Brown, forsætisráðharra.
-Hendan avtalan verður eitt stórt framstig og er grundað á, at Bretland hevur gingið á odda í stíðnum ímóti landminum, segði Brown, sum samstundis upplýsti, at bretska hervaldið hevur fingið forboð fyri at brúka øll vápn, sum koma undir tað nýggja bannið.
Nú skulu tey einstøku londini staðfesta avtaluna, sum verður endaliga undirskrivað í Oslo í desembur.