Tað stóð nógv á fleiri av teimum ísraelsku ráðharrunum, tá teir sunnudagin góðkendu tað seinasta friðaruppskotið, sum ST, ES, USA og Russland hava gjørt.
Ein liður í uppskotinum sigur, at palestinar skulu fáa sítt egna ríki í 2005. Fleiri ísraelskir ráðharrar hava í seinastuni sagt, at teir kundu ikki taka undir við uppskotinum, og so seint sum seinasta fríggjadag segði ein av teimum týdningarmestu ráðharrun-um, Shaul Mofaz, verjumálaráðharri, at friðaruppskotið er beinleiðis vandamikið fyri Ísrael.
Men sunnudagin atkvøddi hann fyri uppskot-inum. Tað hendi, eftir at Ariel Sharon, forsætisráðharri, hevði boðsent øllum ráðharrunum hjá Likud-flokkinum á ein serligan fund, har hann gjørdi greitt, at stjórnin hevði einki í at velja enn at góðtaka uppskotið. Tað hevði Sharon fingið at vita úr Washing-ton.
Tá atkvøtt varð, tóku tólv ráðharrar undir við friðar-uppskotinum, meðan sjey atkvøddu ímóti, teirra millum tríggir úr Likud-flokkinum hjá Sharon. Fýra ráðharrar atkvøddu blankt, teirra millum Benjamin Netanyahu, fíggjarmálaráðharri.
Kortini er tað greitt, at hvørki Sharon ella hinir ráðharrarnir góðtaka friðar-uppskotið, soleiðis sum tað er orðað í løtuni. Samtyktin í stjórnini merkir í veruleikanum bert, at Ísrael góðtekur uppskotið sum grundarlag fyri komandi samráðingum. Men eftir stendur tann søguliga samtyktin, har Ísrael fyri fyrstu ferð formliga viðurkennir, at palestinararnir hava rætt til sítt egna ríki.










