Í eina tíð hevur bókin Søgufrøði. Kelduviðgerð og háttaløg verið útseld, men nú hevur Føroya Skúlabókagrunnur givið bókina út aftur í broyttum líki. Tað eru teir báðir Kári Jespersen og Jens Pauli A. Nolsøe, lærarar í søgu og samfelagsfrøði í studentaskúlanum í Hoydølum, sum hava skrivað Søgufrøði. Kelduviðgerð og háttaløg.
Søgufrøði. Kelduviðgerð og háttaløg er ein metodubók til miðnámsskúlarnar, har ið flestu ástøðiligu amboðini eru savnað og umrødd, og hon lýkur tær treytir, sum kunngerðin í søgu setur. Bókin er ætlað at vera eitt amboð, ið kann hjálp næmingunum til sjálvstøðugt og kritiskt at skilja og viðgera keldur og útleggingar. Hon er ein søguhandbók og skal nýtast í øllum arbeiði við kelduástøði í søguundirvísingini.
Sum sagt er bókin í fyrsta lagi ætlað undirvísingini í miðnámsskúlunum, men hon kann eisini nýtast í øðrum hægri lærustovnum og av lærarum í fólkaskúlanum. Hjá almenninginum, sum ynskir sær nøkur amboð at skilja og meta um søguligar spurningar eins væl og nútíðar samfelagsspurningar, er hon hent. Metoda er týdningarmikil, tí hon er tað amboðið, sum fólk nýta at velja og vraka við, tá ið tey viðgera dagsins samfelagsmál. Aftast í bókini er leitorðalisti.
Óli Petersen hevur við sínum tekningum og myndlýsingum gjørt tekstin lættari at skilja. Ingi Joensen og Jan Jacobsen hava gjørt uppseting og kápu og eisini havt ta grafisku viðgerðina. Hestprest hevur gjørt umbrótingina og havt prentumsitingina.
Tá bókin kom út í 1997, skrivaðu bløðini m.a.:
Søgufrøði. Kelduviðgerð og háttaløg er eitt gott dømi um, at tað ber til at evna eina lærubók á føroyskum, sum bæði fakliga og í góðsku annars ikki stendur aftan fyri aðrar útlendskar bøkur á sama stigi. (Fjølnir nr. 2 1998).
Við bókini eru næmingar á miðnámsskúlunum betur útgjørdir. Teir standa seg betur við at læra hugtøkini á egnum máli. (Dimmalætting 20. august 1997).
Onnur og broytta útgáva av Søgufrøði. Kelduviðgerð og háttaløg er 140 síður, í litum, og hon fæst í bókabúðunum fyri 140,- kr.