Tað var fløgan við nýggjum barnasøgum, Ein heimur við opnum vindeyga, ið vann kappingina Ungt virki 1999. Teir seks næmingarnir í flokkinum F3 á Føroya Handilsskúla, ið eiga verkætlanina, vunnu báðar virðislønirnar, ið teimum stóðu í boði. Virðislønina sum besta verkætlanin í Ungum virki í ár, og 5000 krónur frá SMS fyri at vera tann snøggasti básin á søluframsýningini í SMS. Sum besta verkætlan sleppa vinnararnir at taka lut í donsku kappingini Ung Virksomhed, ið verður í døgunum 23.-24. apríl í Ålborg.
Fýra virki tóku lut í kappingini í ár og evnini kunnu sigast vera rættiliga ymisk. Eitt virki valdi at gera eitt føroyskt brettspæl, ið eitur Runt Føroya Land, eitt virki, Beyka, valdi at gera tomatsós, og eitt annað virki, Tað Gylta Hornið, valdi at gera prýðislutir úr horni.
- Tiltakið hevur roynst væl í ár. Tað verður betri og størri fyri hvørt ár. Endamálið við tí er, at næmingarnir sleppa at royna í verki tað, sum tey læra í undirvísingini. Næmingarnir, ið taka lut í Ungum virki, skulu til próvtøku í tí sama sum aðrir næmingar. Og hóast tað er strævið og tíðarkrevjandi at vera við í einum slíkum tiltaki, klára hesir næmingarnir seg ikki verri enn aðrir, tá ið tey skulu til próvtøku, sigur Sonja Oyrabø Petersen, samskipari.
Eldhugaðir næmingar
Hetta er triðja árið, at Føroya Handilsskúli skipar fyri hesum tilboðnum til næmingarnar.
- Næmingarnir ganga heilhjartaðir uppí tiltakið og tað er tí, at teir síggja úrslit alla tíðina. Tað leggur eina stóra ábyrgd á teir, tí teir skulu sjálvir útvega fígging og skipa fyri øllum. Men hetta vita teir, áðrenn teir byrja. Ungt virki lærir næmingarnar at verða sjálvstøðugar, at taka stig sjálvi og ikki bara at bíða eftir, at onnur gera tað fyri teir. Samstundis síggja tey ungu, at tey verða vird av handilssfólki og fólki annars, sum tey hava samband við í allari tilgongdini, sigur Sonja Oyrabø Petersen.
Samskiparin sigur, at tað er umráðandi, at verkætlanin hjá hvørjum virki sær ikki verður ov umfatandi, tí pengar eru við í myndini. Størri ætlanin er, verri er at gjøgnumføra hana. Hinvegin eru næmingarnir rættiliga ídnir og eldhugaðir, og vilja gjøgnumføra tað, tey sjálv seta í verk.
Ungt virki er eitt tilboð til næmingar á støðisárinum á Føroya Handilsskúla. Næmingarnir skulu stovna virki, sum teir reka í skúlaárinum og síðani taka av, tá ið árið er úti. Hetta verður gjørt fyri at kveikja áhuga næminganna at skapa nakað sjálvstøðugt. Ungt virki í Føroyum er partur av Ung Virksomhed í Danmark, sum byrjaði í 1993 eftir áheitan frá Ung Føretagsamhet í Svøríki.
Nýbrot
Søgurnar á fløguni, Ein heimur við opnum vindeyga, eru ætlaðar smábørnum í aldursbólkinum 3-7 ár og 500 fløgur eru gjørdar. Hetta er tann fyrsta av sínum slag á føroyskum. Søgurnar eru nýskrivaðar og royndir sjónleikarar hava lisið tær inn.
Næmingarnir, ið vunnu kappingina, hava tikið lut sum gestir í eini kapping í Noregi, har 20 lond tóku lut. Enn hava tey ikki fingið úrslitið av kappingini. Síðst í apríl fara tey seks til Danmarkar at taka lut við fløguni í donsku Ung Virksomhed. Í fjør fekk flokkurin á Føroya Handilsskúla eitt fimtapláss, 15-20 virki tóku lut.
- Við at taka lut í Noregi hava tey fingið royndir, so vit hava góðar vónir, sigur Sonja Oyrabø Petersen.










