Søgufalsan í punktum.fo

Dimmalætting byrjaði herfyri við einum tátti, sum kallast punktum.fo, ið skal eitast at vera eina serliga djúptøkin viðgerð av ymiskum evnum.

Seinasta leygardag var eitt evni rætturin til talufrælsi. Í eini grein, sum kallast ”Kiptu sangfuglarnar” verður millum annað sagt:

Í 2004 verður táverandi formaður í Búskaparráðnum Hermann Oskarsson ákærdur fyri at vera landasvíkjari av formanninum í Føroya Fiskimannafelag og fyri at renna politisk ørindi av landsstýrismanninum í vinnumálum Bjarna Djurholm aftan á ein fyrilestur um búskaparligu viðurskiftini í ríkisfelagskapinum.

 

Niðurstøðan hjá blaðnum er, at Hermann á hendan hátt er forðaður fyri at at nýta sín sjálvsagda rætt til at føra fram síni sjónarmið.

Eg hevði ikki ætlað mær at draga hetta mál fram aftur, men ein slík beinleiðis reinging av hesum máli skal ikki vera ósvarað.

Tað er rætt, at Dimmalætting brúkti orðið ”landasvíkjari” um Hermann í eini yvirskrivt aftan á at hava tosað við meg. Men hetta var gjørt uttan mína vitan og góðkenning, sum er í stríð við góðan fjølmiðlasið. Annars segði eg í næsta blaðnum, at Hermann var ikki landasvíkjari.

Men hinvegin kann sigast við fullari vissu, at tað varð ikki gjørdur Hermanni nakar sum helst órættur í tí, sum annars varð ført fram í hesum máli.

Tað var í sambandi við eina ráðstevnu hjá Norðuratlantsbólkinum í Keypmannahavn, at tað fór ein rættilig herferð fram í donskum miðlum ímóti skattaskipanini hjá fiskimonnum.

Serliga var hetta í Berlingske Tidende og TV2. Hetta førdi til, at danskir topppolitikkarar, og serliga Kristian Thulesen Dahl, formaður í fólktingsins fíggjarnevnd, settu fram krav um, at danskir myndugleikar skuldu leggja seg út í hesi innanhýsis føroysku viðurskifti. Keldan til hesi tíðindi var sambært fjølmiðlunum sjálvum formaðurin í Búskaparráðnum.

Serliga tíðindini í TV2 vóru heilt út av lagi skeiv. Men tað eydnaðist mær at fáa TV2 at taka hesi tíðindi aftur. Tað stóð nógv á, og at viðganga mistøk ger ein slík tíðindastøð ikki við góðum. At byrja við noktaðu teir at gera tað, men máttu bakka aftaná greiða dokumentatión fyri, at tíðindini stórt sæð einki samband høvdu við verunleikan. Harvið fullu hesar hóttanir burtur.

 

Thulesen Dahl: Eg varð villleiddur

Fólkatingsins fíggjarnevnd var í Føroyum fyrst í 2005. Formaðurin var Kristian Thulesen Dahl, sum var fremsti talsmaður fyri, at danska stjórnin skuldu brúka blokkin sum jarnbrot móti skattaskipanini hjá sjófólki.

Hann viðgekk tá bæði fyri mær sjálvum og í Dimmalætting, at hann var blivin villleiddur í hesum máli. Tá ið hann so fekk sannleikan at vita, dróg hann í land, sum ein rættur maður. Síðan tá hevur ikki frá hansara flokki komið upp á tal at leggja seg úti føroysk viðurskift.

FF-blaðið var einasta blað, sum lýsti hetta mál til fulnar. Hetta skuldi verið ein sjálvsagdur áhugi hjá føroysku miðlunum. Men teirra áhugi var bert at káva útyvir leiklutin hjá formannin í Búskaparráðnum, og at gera hann til eitt blóðvitni í málinum um talufrælsi, meðan eg og onnur sum dittaðu sær at vísa á veruleikan í hesum máli vóru skurkar.

Sum Dimmalætting rætt vísir á var ein rættiligur goragangur frá akademisku yvirstættini, har tey, sum sum sagt sannleikan um hetta mál, vóru løgd undir at kúga talufrælsið. Men spurningurin, um talufrælsi eisini umfataði ósannindi við umrøddu avleiðingum, hevði púra ongan áhuga hjá hesum kredsum. Tað er sanniliga ein spurningur, um hvør ið køvir talufrælsið hjá hvørjum.

Nú skal henda glorian pussast eina ferð enn. Tað eru trý ár farin og tey fægstu minnast hetta í smálutum. Tí er tað so lætt bert at taka tað við, sum hóskar við ætlaðu lýsingini hjá Dimmalætting av hesum máli. Tí kann hetta kallast beinleiðis og tilætlað við beráddum huga søgufalsan.

Tey, sum hava áhuga fyri veruleikan í hesum máli, kunnu fara inn á heimasíðuna:

HYPERLINK www.fiskimannafelag.fo www.fiskimannafelag.fo

gamla heimasíðan. Leitast kann í Ársfrágreiðing fyri 2005 og/ella í FF-bløðini

320, 323, 324, 325, 326 og 334. Hetta kann so sammetast við hesa frásøgn hjá Dimmalætting. Tað, sum her er skjalprógvað, er eitt gott dømi um eina einsrættaðan fjølmiðil.