Søgu-skrínið

Fyri góðum tveimum vikum síðani gav Bókadeild Føroya Lærarafelags út Søguskrínið.

Ein fløga við tíggju søgum, flest børn kenna, eitt nú Søgan um blóðreyða súreplið, Abbi er sjórænari og Bukkarnir Brúsi. Vár Jacobsen og Páll Danielsen lesa søgurnar. Edward Fuglø hevur gjørt tann sera spennandi húsan.