-Tey, sum ynskja at lesa á søgu- og samfelagsdeildini sleppa inn í heyst, sigur Jóan Pauli Joensen, rektari á Fróðskaparsetri Føroya. Ov lítil játtan á fíggjarlógini 2009 var orsøkin til, at Fróðskaparsetur Føroya ikki tók næmingar inn á søgu- og samfelagsdeildina í fjør. Vanligt hevur verið, at søgu- og samfelagsdeildin hevur tikið næmingar inn triðja hvørt ár, og eftir ætlan skuldi 2009 verða árið, har næmingar aftur skuldu sleppa at lesa eitt nú stjórmálafrøði. Men soleiðis gjørdi ikki.
Nógv kjak hevur verið um søgu- og samfelagsdeildin seinasta árið, men nú er greitt, at deildin aftur tekur næmingar inn í 2010.
-Næmingar verður aftur tiknir inn á søgu- og samfelagsdeildin í heyst, sigur Jóan Pauli Joensen, rektari.
Í mars ella apríl verður greitt, hvørt tað verður ein øðrvísi samansett útbúgving á søgu- og samfelagsdeildini í 2010, ella um útbúgvingin verður tann sama sum undanfarnu ár.
-Vit arbeiða við at nútímansgera útbúgvingarnar á søgu- og samfelagsdeildini, og royna at gera tað soleiðis, at næmingar kunnu samanseta útbúgvingarnar sum tey hava hug til, sigur Jóan Pauli Joensen, rektari.
Eisini eru aðrar útbúgvingar á veg. Eitt nú kann nevnast ein bachelor útbúgving til tey, ið starvast hjá TAKS og Almannastovuni. Aðrar masters staklærugreinir eru eisini ávegis, og sambært Jóan Paula Joensen verður meira at frætta um hetta í mars/apríl í ár.