Søgn, frælsi og felagsskapur

Hósdagin 15. november kl. 9.30 til 16.00 verður konferensa um norðurlendskan romantikk á Norðuratlantsbryggjuni í Keypmannahavn. Romantikkurin er enn í dag ein íblástrarkelda bæði innan myndlist, heimspeki og bókmentir. Tíðarskeiðið er merkt av blómandi tjóðskaparkenslum, ið vóru merktar av hendingum í Evropa ? m.a. eisini úr Norðanlondum og norðuratlantisku oyggjunum.

 

Konferensan verður hildin í samband við 200-ára dagin hjá íslendska tjóðskaparyrkjaranum Jónasi Hallgrimson. Dentur verður lagdur á bókmentaliga

og mentanarliga sambandið í millum Danmark, Føroyar, Ísland og Grønland í hesu tíðini.

 

Á skránni verða:

Klaus Müller-Wille, doktari og gestarøðari, universitetið í Basel: ?Receptionen af før-nordisk poetik i den danske, svenske og islandske romantik?.

 

Marie-Louise Svane, lektari á universitetinum í Keypmannahavn: ?Sex og saga i dansk romantik?.

 

Karen Langgård, lektari á universitetinum í Grønlandi: ?Nationalromantik i den grønlandske skønlitteratur?.

 

Páll Valsson, granskari í Íslandi: ?Jónas og nordisk romantik?.

 

Malan Marnersdóttir, professari á Fróðskaparsetri Føroya: ?Romantik på færøsk?.

 

Freistin at tekna seg er mánadagin 12. november á helga@bryggen.dk.

 

Konferensan er fingin í lag í samstarvi við universitetini í Íslandi, Keypmannahavn, Grønlandi og við Fróðskaparsetur Føroya.