Síggja vit viðarlundina fyri trøum?

Leggja vit okkum eftir at síggja heildina, ella detta vit í veitina, har vit ikki síggja heildina fyri smálutum uttan rótfesti?

Dagliga starvist eg í peningastovni sum leiðari, og eri mamma at tveimum skúlabørnum. Eg havi nýliga tikið eina sonevnda Master-útbúgving, har ein hin týdningarmesta læran var at hava hjartað við og virðing fyri starvsfólki í teimum avgerðum, sum dagliga skulu takast. Hjartað fer sjaldan skeivt, og sum politikari er neyðugt at finna røttu javnvágina uttan at missa fótafestið.

Uppgávurnar í kommununi eru nógvar, og tað setir krøv til politikarar. Krøv til okkara vitan, eginleikarnar at hugsa yvirskipað og at nýta amboð, sum tryggja góðsku og munadygd. Sum politikari skal eg megna at vera effektiv og raðfesta og hava eyguni vend móti teim økjum, har tørvur er á tí.

Rótfest visión
Tað hevur týdning, at vit hugsa í heildum og menna vælferðina í allari kommununi. Politiska visjónin má tryggja, at allir borgarar í kommununi fáa tær tænastur og ta hjálp, ið teimum tørvar. Tórshavnar Kommuna skal verða eitt stað, har kvinnur og menn, børn og gomul trívast og mennast.

Ein tílík visjón krevur at vit seta í verk strategisk og búskaparlig tiltøk. Kommunan skal orða eina langtíðarætlan fyri rakstur og íløgur, eina vakstrarætlan og eina økismenningarætlan. Soleiðis tryggja vit eina skilagóða raðfesting og eitt størri nyttuvirði av skattainntøkunum.

Einsháttað tænasta
Endamálið má vera at javnstilla økini í kommununi antin við útbyggingum og menning á staðnum, ella við høgligari atgongd til tænastur aðrastaðni í kommununi.

Okkara vælferðartænastur skulu framhaldandi mennast, tí tað er ein fortreyt fyri trivnaði í kommununi. Hetta inniber, at kommunan savnar seg um týdningarmikil økir sum:

• Útbúgving – gera okkara til eitt einsháttað støði á ymisku skúlunum
• Almenna- og heilsumál – nøkta tørvin á røktarplássum, og tryggja at vit hava eina trygdarskipan, sum loftar, tá tey veikastu snáva
• Mentan – skapa góðar karmar hjá listini at menna seg og virka nýskapandi, eisini millum okkara ungdóm

Eru hesi lyftir tikin úr bláari luft, ella liggur álvari aftan fyri? Svarið finnur tú við at seta krossin á rætta stað.

Í býráðnum fari eg at gera mun, tí eg vil síggja øll trøini í viðarlundini, og ikki bert tey, sum standa beint fyri og eru sjónlig í fyrsta eygnakasti. Set kross við mítt navn, soleiðis at vit saman kunnu skapa nakað enn betri!