Tað er ikki á hvørjum degi, at samiskur sjónleikur verður sýndur í Føroyum. Men komandi vár verður kortini eitt høvi til hetta. Samiska sjónleikarhúsið ?Beaivvá? Sámi Teáhter? ætlar sær nevniliga á eina rundferð til Norðurlond og til londini í Útnorðuri, teirra millum Føroyar.
Á vitjanini fara tey at framføra leikin sum á norskum kallast ´Den rimhårede og drømmeseeren´ og á samiskum máli ?Ridn`oaivi ja nieguid oaidni?, sum kendi samiski joikarin, sangarin, tónasmiðurin, rithøvundurin og sjónleikarin Nils Aslak Valkeapää (1943-2001) hevur skrivað.
Tað er sjálvandi kostnaðarmikið at fara á eina slíka ferð. Men í vikuni fekk sjónleikarbólkurin at vita, at Nordisk Kulturfond hevur stuðlað teimum við 90.000 donskum krónum.