Síggja nakað stórt í undirgrundini

-men vita ikki við vissu, hvat tað er

At ein nýggj boring á landgrunninum nærkast var helst orsøkin til ovurstóru undirtøkuna á Oljutinginum í gjárkvøldið. Umleið 100 fólk høvdu leitað sær á Hotel Føroyar og hoyra bretska geofysikararn Jonathon Trueman greiða frá Williambrunninum. Hann var rættiliga opinskáraður og greiddi í smálutum frá hesi risastóru verkætlan, sum kann koma at seta Føroyar á oljuheimskortið. Hann vísti á, at teir síggja nakað heilt stórt í undirgrundini, (stórar strukturar), sum tey vóna goymir olju ella gass. Men basaltið ger, at teir fáa ikki sagt, hvat hetta í veruleikanum er. Hóast BP hevur vónir um at finna kolvetni, so er her talan um ein torføran brunn at bora. Nógvar avbjóðingar liggja fyri framman. BP hevur ikki nógvar royndir við at bora gjøgnum basalt heldur. Lesið meira frá Oljutinginum í morgin.