Síggja ljóst upp á tað

B68 venjarin, Bill Jacobsen, iðraði seg um, at tað ikki eydnaðist at fáa fulla úrtøku, men hann segði seg síggja ljóst upp á gongdina soleiðis, sum hon hevur er hjá uppflytarunum á Toftum:

- Tað gongur rætta vegin. Nú hava vit spælt tríggjar ferðir á rað uttan at tapa, og nú hava vit skorað mál í tveimum dystum á rað. Nú verður steðgur í tvær vikur, og tað kemur væl við hjá okkum, tí fleiri spælarar eru skaddir. Skaðastøðan hevur givið ungum monnum møguleikan, og tað hevur eitt nú verið hugaligt at sæð, hvussu stinnir vongverjin í høgru, Niklas Joensen, og blaðungi málskjúttin í dag, Jóan Símun Edmundsson, hava staðið seg.

Tá ið B68 um tvær vikur skal vitja á Sandi, verður tað vónað, at Kristian Anton Andreasen og Jacob Bymar vera tøkir aftur og eisini Jóhan Petur Poulsen, sum breyt beinið, tá ið toftamenn fyrr í vár vóru á Sandi og spældu steypadyst.