Síggja listina í poppinum

Í dag kemur nýggja føroyska savnsfløgan Popp List út. Hetta er ein savnsfløga við bæði nýggjum og eldri føroyskum løgum, og eru tað 3´arin og Tutl, sum standa fyri útgávuni

Nøvn sum Taxi, Clickhaze, Brandur Enni, Enekk, Frændur, Tangz og Týr mynda nýggju savnsfløguna, sum í dag kemur út á marknaðin.
Platform var í gjáramorgunin karmur fyri móttøku. Her vóru útgevararnir og fleiri av tónleikarunum komnir saman um nýggju fløguna.
? Hugskotið um at geva út eina savnsfløgu er gamalt. Hetta er nakað, sum vit hava hugsað um í fleiri ár, men vit hava ongantíð verið klárir til tað, tí tað krevur nógv orku og tíð at gera eitt slíkt konsept, sigur Høgni Zachariasen, sum hevur lagt fløguna til rættis og samskipað hana.
? Tá so einaferð varð farið undir at gera fløguna, tosaðu vit við Tutl, og so kom uppskotið fram um at geva fløguna út saman, og tað kundi ikki verið betri.
Hetta er fyrsta fløgan, sum 3´arin og Tutl geva út saman, og heldur Høgni Zachariasen, at hetta sendir eitt sterkt signal út.
? Tað, at plátufeløguni samstarva, skapar eisin møguleikar í framtíðini.

Fyrsta av fleiri
Høgni Zachariasen sigur, at nú er grundarsteinurin lagdur fyri at geva fleiri savnsfløgur út á henda hátt.
? Vit hava lagt stóran dent á, at fáa grundarsteinin so góðan sum møguligt, tí soleiðis verður tað lættari at leggja meira á grundina, tá tann næsta fløgan skal út. Repro-Z hevur eisini gjørt eitt stórt arbeiði.
Popp List er tí fyrsta fløgan í eini røð av fløgum. Konseptið byggir eisini á tað, at tað ber til at geva aðrar Popp List fløgur. Tað verið seg Popp List rokk, Popp List Gospel og so framvegis.
? Hetta er byrjanin til eitt samstarv, sum ikki hevur verið til fyrr. Og ein kann siga, at hetta er slóðbrótandi. Vøran er góð, tí tað sæst, at hon er ikki gjørd bara fyri at gerast. Nógv tíð og orka er brúkt upp á hana, greiðir samskiparin frá.
18 skeringar eru á fløguni. Og ein kann siga, at hetta eru »toppnøvnini« í føroyskum tónleiki tey seinastu árini. Tað er eisini merkisvert, at bara fýra av teimum 18 løgunum eru á enskum. Restin er alt á føroyskum.
? Sangirnir eru valdir á tann hátt, at vit hava tikið væl umtókt løg. Bæði nýggj og eldri. Av tí at tað koma so fáar fløgur út í Føroyum, so hava vit eisini tikið eldri løg við. Vit hava valt løg, sum hava verið væl umtókt, tá tey komu út, og fleiri av teimum hava verið nummar eitt á 15 teimum bestu.
Fyri at gera úrvalið so breitt sum møguligt, so eru bólkar sum Enekk og Stanley Samuelsen eisini við á fløguni.
? Soleiðis røkkur fløgan fjøldini. Ikki bara teimum ungu, men eisini teimum eldru, og ikki bara teimum eldru, men eisini teimum ungu.
? Tað ræður um at síggja listina í poppinum, og vísa á, at vit veruliga hava eina poppmentan í Føroyum. Poppurin verður settur í hásætið, sigur Høgni Zachariasen, sum leggur afturat, at hann er ótrúliga væl nøgdur við tað endaliga úrslitið.
Eisini tónleikararnir eru glaðir fyri nýggju savnsfløguni. Fleiri av teimum, sum eru við á fløguni, vóru eisini í Platform í gjár. Ein av teimum var Mikkjal Hvannastein.
? Man kann gott kalla hetta eina føroyska Absolute Music fløgu, sum er fjølbroyttari, sigur Mikkjal Hvannastein.
? Har er nógv ymiskt á fløguni, og tað er lætt at fáa eitt fjølbroytt yvirlit innanfyri føroyskan tónleik.