Í áravís hevur Felagið fyri lesi og skriviveik havt skipaða undirvísing fyri børnum og vaksnum.
Undirvíst verður tveir dagar um vikuna í eini íbúð í Tróndargøtu í Havn.
Umleið 50 børn og vaksin eru í skipanini í senn.
14 undirvísarar eru, harav sjey útbúnir orðblindalærarar.
- Tann mesta undirvísingin er ein til ein, sigur Anne Karin Kjeld, forkvinna í felagnum.
Hvør næmingur fær tveir-tríggjar tímar hvønn dag.
Fleiri og fleiri
- Áhugin fyri at koma inn í skipanina bara veksur, og ikki ber til at taka ímóti øllum, men vit vísa ongum frá okkum og veita ráðgeving, sigur Anne Karin Kjeld.
Hon fegnast um tey framstigini, sum eru gjørd, ikki minst er hon fegin um, at so nógv fólk við lesi- og skrivitrupulleikum hava fingið hjálp. Sólskinssøgurnar eru nógvar.
Rágeving til bæði næmingar, foreldur og lærarar fer við nógvari tíð.
Tá ið næmingarnir skulu til roynd, mugu teir hava hjásitara, og felagið hjálpir eisini, tá ið ung fólk skulu søkja inn til onkra útbúgving.
- Tað størsta arbeiði er at hjálpa einum næmingi upp á føturnar aftur eftir øll niðurløgini í skúlanum, sigur Anne Karin Kjeld, sum ikki ivast í, at bæði skúli og lærarar gera sítt besta. Tað er ikki lætt at hjálpa einum næmingi, sum situr millum 24 aðrar í flokkinum.
- Vit eru á fíggjarlógini, so vit klaga ikki um pengar. Vit tosa bara um framstigini sigur Anne Karin Kjeld.