Føroyingar staddir í Keypmannahavn hava eisini møguleika at síggja dystin ímillum Føroyar og Svøríki.
Tad er írska pubbin The Globe, id liggur á Nørregade 43-45 tætt vid Nørreport og Strøget, sum fer at vísa dystin.
The Globe hevur áður víst dystir hjá føroyska landslidnum, og fleiri av starvfólkunum vóru í Føroyum seinast, Írar vitjaðu.
Men fríggjakvøldið halda allir írar vid Føroyum.
Dysturin byrjar longu kl. 18 danska tíð, so tað er hóskandi tilboð teir tey fótbóltsáhugaðu í Keypmannahavn, sum ætla sær út í mentannarnáttina seinni.










