Eysturkommuna hevur nú sett upp nýggjan kikara á Leirvíksfjalli, haðani møguleiki eitt nú er at kika norður í Djúpini, út á Gøtuvík og suður í hav.
Kommunan hevur lagt út ein stuttfilm á sína heimasíðu - www.eysturkommuna.fo - og her sæst, hvussu væl og langt sæst úr kikaranum, tá sýnið er gott.
- Filmurin vísir, hvar kikarin stendur, umframt útsýni av Leirvíksfjalli ein góðveðursdag. Kikarin stendur tætt við bygdagøtuna millum Leirvík og Norðragøtu.
Eysturkommuna mælir fólki, sum fara niðan á Leirvíksfjall, til at brúka bygdagøtuna, og hesin túrur eftir bygdagøtuni kann eitt nú síggjast á www.hikling.fo










