Tað sigur Trygvi Mortensen, venjari hjá AB. Hann heldur, at Lukasz Cieslewicz skuldi verið útvístur, tá hann miðskeiðis í seinna hálvleiki feldi Aron Clementsen við støðuni 1-1.
Til ber at síggja hendingina við at trýsta á pílin á myndini
Er gula kortið í lagi, ella skuldi kortið havt ein annan lit í hesum førinum?
Les eisini: (Video) Samandráttur av dystinum AB-B36 1-2
Tá liðini møttust í landskappingini fyri tveimum vikum síðani, tá fekk B36 Róald Jakobsen útvístan fyri eina líknandi hending, men tá vann B36 sjálvt um teir vóru undirmannaðir í næstan ein tíma. Tí er ikki vist, at tað hevði broytt útfallið av dystinum.
Keyp Sosialin á netinum við at trýsta HER
Les alt um grannauppgerðina í ÍtróttarSosialinum, sum kemur á gøturnar í dag. Har eru millum annað spælarametingar, sum gera ein ungan B36 ara til dagsins spælara.