Fríggjadagin kom fyrsta av fýra neo-flogførum, sum koma í flotan hjá Atlantsflog næstu árini.
##med2##
A320 neo-flogfarið er munandi størri samanborið við A319 flogfør, og tekur tað 30 fleiri ferðafólk. Neo-flogførini eru tey mest umhvørvisvinarligu flogførini av sínum slag. Óljóðið frá flogførunum er helvtina minni, og tey brúka upp til ein fimtapart minni brennievni enn núverandi flogfør.
– Sostatt ber til at flúgva longri teinar við fleiri ferðandi, og letur hetta upp fyri nýggjum møguleikum hjá føroyska flogfelagnum, samstundis sum hetta gevur størri fleksibilitet, siga tey í Atlantsflog.
##med3##
Næsta neo-flogfarð kemur á vári 2020. Fyri einum mánaði síðani undirskrivaði Atlantic Airways sáttmála við Airbus um tvey nýggj neoflogfør, sum skulu latast felagnum í ávíkavist 2023 og 2024.