Fleiri túsund fólk vóru komin saman á Pæturstorginum í Rom í dag at siga Benedikt páva 16. farvæl. Summi róptu "leingi livi pávin", og tá tann 85 ára gamli pávin kom í vindeygað, klappaðu summi, meðan onnur grótu.
Pávin takkaði og heilsaði mannamúgvuni á fleiri tungumálum.
-Eg biði tykkum halda fram við at biðja fyri mær og fyri tí næsta pávanum, segði hann.
Tað kom púra óvart á at kalla øll, tá Benedikt pávi 16. boðaði frá, at hann leggur frá sær tann 28. februar, tí at heilsan er farin at bila. Hetta er fyrstu ferð í næstan 600 ár, at ein pávi fer frá.
Í einari samrøðu við eitt spanskt blað sigur eldri bróður pávans, tann 89 ára gamli Georg Ratzinger, at bróðurin er viknaður við aldrinum, og at hann nú vil hava ein friðarligan aldurdóm.
-Avgerð hansara er ein fyrimunur fyri kirkjuna, sigur Georg Ratzinger við tað spanska blaðið.