Søgdu farvæl í Betesda

Samkoman í Betesda segði í kvøld farvæl við gamla salin á Biskupstøð. Í morgin byrjar arbeiðið at taka samkomuhúsini niður, og komandi árið skal samkoman halda til í øðrum bygningi í Klaksvík. Á várið í 2013 skulu nýggju samkomuhúsini, sum verða bygd á sama staði sum gamli salurin, takast í brúk.

Nógv fólk var komið saman í Betesda til seinasta møti í kvøld. Ymiskir talarar høvdu orðið, og nógvur sangur var. Kórið í Betesda, 17 sangarar og solistar sungu fleiri sangir, og felagssangur var eisini. Greitt var frá søguni hjá samkomuni og samkomuhúsunum, sum nú mugu falla fyri at geva pláss fyri nýggjum húsum.

Eftir møtið var nátturði til tey mongu fólkini, sum eisini fingu høvi at práta og hugna sær saman seinastu løtuna í samkomuhúsunum.

(Mynd: Dávur Winther)