Triumph var ein gomul ensk fyritøka, ið var stovnað í 1890 av tveimum týskum tilflytarum, Siegfried Bettmann og Mauritz Schulte. Teir valdu navnið Triumph, ið merkir sigur ella at sigra, og tað var eitt navn, sum var lætt at skilja á øllum málum í Europa.
Triumph byrjaði við at framleiða súkklur, og seinni motorsúkklur. Tann fyrsta Triumph motorsúkklan var framleidd í 1902. Við endan á fyrra heimsbardaga yvirtók Triumph eina stóra verksmiðju í miðbýnum í Covenrtry og bleiv ein av størstu bretsku mot orsúkkluframleiðarum.
Ein verksmiðja í Clay Lane varð keypt til bilaframleiðslu. Fyrsti Triumph bilurin var framleiddur í 1923, og fyrsti hópframleiddi bilurin kom á marknaðin í 1927, tað var ein Triumph Super Seven, ið var ein bíligur og vælútstýrdur bilur til beinleiðis kapping við Austin Seven.
Í 1933 kom sportvognurin Triumph Dolomit Roadster.
Miðskeiðis í 30-árunum kemur Triumph í fíggjarligar trupulleikar, og í 1939 varð bilverksmiðjan seld til ta verkfrøðingafelagið, sum í 1944 seldi Triumph til Standard fyritøkuna.
Navnið Standard
bleiv strikað í 1963
John Black hevði samarbeiði við Harry Ferguson, traktor framleiðaran, og Standard fór undir framleiðslu av Ferguson traktorum í 1946.
Í fleiri ár var henda framleiðsla tann, ið gav mest av sær. Eftir kríggið byrjaði framleiðslan av bilum aftur við somu modellum, sum áðrenn, Standard Flying Eight, Twelve og Fourteen, til Standard Vanguard kom á marknaðin í 1948.
John Black var sera ráðaríkur við mátanum, hann rak Standard-Triumph fyritøkuna, og á einum fundi í januar 1954 var hann tvungin til at taka seg aftur.
Almenna søgan var, at hann hevði heilsutrupulleikar eftir ein bilsamanstoyt. Eftir hann tók Alick Dick leiðsluna í fyritøkuni tey næstu 7 árini til 1961, tá kenda buss og lastbilaverksmiðjan Leyland, yvirtók fyritøkuna.
Sjálvt um sølan av bilum var hampuliga góð, var fíggjarstøðan hjá Standard-Triumph minni góð.
Fyritøkan gjørdist offur fyri fíggjarligum inntrivum frá bretsku stjórnini í 1961, ið høvdu við sær ein nógv skerdan eftirspurning av nýggjum bilum.
Navnið Standard varð strikað í 1963, og Triumph livdi víðari sum ein partur av British Leyland til 1984, tá teir framleiddu seinasta bilin við Triumph búmerkinum.