Chevron hevði ein trý-ára sáttmála við møguleikum fyri longjan við Stena Drilling men hesin sáttmáli er broyttur til ein fimmára sáttmála við optiónum. Chevron Upstream Europe (CUE) ætlar at nýta skipið í teirra leitingar- avmarkingar- og útbyggingarætlanum vestan fyri Hetland, í Norðsjónum og í Føroyum.
Borimøguleikarnir eru rættiliga nýskapandi verður hugt eftir hesum heilt nýggja designi av einum boriskipi – eitt nú er tað vanliga boritornið ikki neyðugt longer og tískil ikki at síggja umborð. Skipið er sera væl útgjørt til at arbeiða í ringum farvatni, eitt nú føroyskum sjógvi og alt er hydrauliskt stýrt umborð. Uttan at fara ov langt inn í tað tekniska, eru serliga tøkniligu borimøguleikarnir teir, sum gera skipið vælegnað til at arbeiða á djúpum vatni.
Rick Cohagan, sum er stjóri fyri CUE, sigur: ”Hetta seinasta ættarliðið av boriskipum er ført fyi at arbeiða undir ógvuliga vánaligum umstøðum, so sum vestan fyri Hetland, í Noregi og í Barentshavinum. Bert nøkur fá skip í øllum heiminum eru før fyri at arbeiða alt árið í økjum við sera ringum vetrarveðri.
Dynamiska positiónsskipanin heldur skipið sera neyvt uppá pláss og loyvir skipinum at arbeiða á djúpum vatni, har tað ikki er møguligt at nýta fortoyningar ol.
Viðvíkjandi trygdini so hevur Stena Drilling designað skipið soleiðis, at alt er so automatiserað sum gjørligt, eitt nú verður alt rørarbeiði umborð gjørt við einum fátali av fólki. Hetta verður roknað sum eitt tað mest vandamikla arbeiði umborð á einum boriskipi.
Skipið kann hýsa 180 fólkum. Til at stytta stundir umborð við hevur skipið fimleikahøli, spælirúm við øllum hugsandi spølum og atgongd til tráðleyst internetsamband.
Stena Drilling hevur traditión fyri at kalla boriskip síni upp eftir skotskum áum, og Stena Carron víkir ikki frá hesum í so máta. (Kelda Chevron).