Søgan um Meinigheitshúsið

Meinigheitshúsið í Havn, er 5. bókin í røðini um Kirkju og Missiónssøguna í Føroyum. Her er at lesa um, tá ið gamla Meinigheitshúsið varð bygt, arbeiðið sum har var, inntil húsið gjørdist ov lítið, stríðið um grundøki til nýggja Meinigheitshúsið, og arbeiðið sum har er í dag. Í bókini, sum er 351 blaðsíðir eru sera nógvar myndir. Jóhs. Andr. Næs hevur skrivað bókina og savnað myndirnar. Tað er Heimamissiónsforlagið, sum gevur bókina út. Bókin keypast í bókhandlunum í landinum og frá www.hmf.fo