Upprunin til søguna er Jens Johannesen (1837-1880) - eisini kallaður Janus hjá Dímunar Jóannes. Janus var giftur við Onnu Elisabeth Jógvansdóttir úr Skúgvi. Foreldur hennara vóru Malena Katrina og Jógvan á Vattóli.
Ein sonur teirra var Jens Frederik Jensen. Tað er eitt sindur óvist, hvussu hann endaði á Ísafjørðinum seinast í 1800-talinum. Men hann man vera komin við skipi inn hagar. Hann hittir gentu á staðnum, Malfríður Magnusdóttir, sum hann giftist við. Á Ísafirði verður hann kallaður Jens Færeying. Jens og Malfríður fáa tilsaman 11 børn. Av hesum doyggja tvey sum smá, og síðani doyr mamman í 1914 frá 9 børnum. Tá ið tíðini hevur ikki verið lætt at vera einsamallur pápi við so nógvum børnum. Í Íslandi var heldur ikki nógv ætt hjá mammuni at fáa hjálp frá. Dóttirin - 15 ára gamla Brynjólfina - fer tískil til Føroyar við fimm av teimum yngru systkjunum, sum ætlandi skuldu vera verandi í Føroyum. Brynjólfina tænti í Føroyum í eitt ár, og fór so aftur til Íslands saman við systrini Herthu, sum ikki vildi vera verandi í Føroyum. Við var eisini pápin, sum tá var komin til Føroya at vitja børnini.
Tískil vóru í fyrsta umfari fýra systkin eftir í Føroyum, og tey vóru Óskar, Napoleon, Salli og Vigant. Tey komu til Føroyar við »Lyru«, sum fórst stutt eftir.
Óskar var elstur av beiggjunum, sum komu til Føroyar. Hann livir enn 101 ára gamal. Havi vitjað hann fleiri ferðir, og hann er framvegis sera skilagóður. Øllum vitjandi føroyingum leggur hann eina við at fara væl við fiskastovnunum! Trol dámar honum einki.
Endaði hjá Askham
Óskar kom saman við beiggja sínum Napoleon at vera hjá Sigmundi á Argjum í laðaðu gróthúsunum í Dr. Jacobsensgøtu. Kona Sigmund, Margretha, var ættað úr Skopun, og hon var systkinabarn Jens Frederik. Hetta man vera orsøkin til, at tey komu higar. Sigmund og Margretha áttu annars níggju børn, so her hevur verið hjartarúm, so tað forslær. Óskar gekk í skúla saman við Signu hjá Margrethu, sum hann var javngamal við.
Seinni fór Óskar til Julionnu og Tummas Askham at búgva. Tað var sonurin Símun, sum fekk hann at koma til teirra. Símun giftist seinni við Onnu, sum gjørdist 104 ára gomul. Símun var eini 10 ár eldri enn Óskar. Hann búði við Landavegin ikki langt frá Sigmundi, og er komin í heimið hjá Sigmund og Grethu. Her hevur hann fingið tokka til Óskar, sum hann hevur tikið heim við sær. Har vóru eisini nóg mikið av børnum, so hetta sigur eisini nakað um hjartarúm og hjartalag. Óskar var sum ein sonur í hesi familjuni, og hann uppkallaði eisini sína yngstu dóttir eftir Julionnu, nevniliga Anna Júlía. Óskar ætlaði at fáa sær Askham til eftirnavn, men hetta var ikki so líka til og gjørdist tí av ongum. Men framvegis roknar Askhamættin Óskar sum ein av teirra egnu, og er hann í teirra ættartalvu.
Oskar man vera komin nokk so skjótt til Askam, tí hann mintist, at Julianna hevði biðið hann seta kopparnar á borði. Hetta skilti hann onki av, tí orðið koppur hevur ein heilt annan týdning á íslendskum, nevniliga náttpottur. Hann gjørdi kortini eftir boðunum, og hetta flennir hann at framvegis.
Óskar gekk fyrst í realskúla. Hann hevði tónleikaevni, og hann spældi eisini við í harmoniorkestrinum Olivant. Óskar spældi trompet, men annars hevur hann eisini spælt mandolin og floytu.
Óskar lærdi til prentara á Dimmalætting. Hann fór hagar, tá hann var 14-15 ár. Ein av teimum, sum arbeiddu har, var Poul Niclassen, sum eisini gjørdist politikari, og Óskar arbeiddi saman við kendum prentarum sum Hans Christoffer Hansen, kallaður Doffa, Niels Jacobsen og Esbern Vangsen. Í sambandi við Dimmalætting kann verða nevnt, at Jens Frederik var systkinabarn Beatu, sum var gift við Andrass Samuelsen, og sum var omma til ta Beatu, sum nú er á Dimmalætting.
Aftur til Íslands
Hóast Óskar letur væl at, at hann hevði tað gott í Føroyum, avgjørdi hann sum 19 ára gamal at fara aftur til Íslands, har hann framvegis átti pápa og systkin. Hann kendi á sær, at tað var her, hann hoyrdi heima. Hetta var í 1925, og hevur hann bert verið í Føroyum nakrar fáar ferðir hesi 80 árini. Hóast hetta tosar hann heilt væl føroyskt. Óskar gjørdi ymisk arbeiði, tá hann kom aftur til Íslands. Eitt ár hevði hann timburarbeiði í Reykjavík. Ein vetur var hann skúlalærari í Staðasveit, og eitt ár arbeiddi hann á ullspinnarínum Álafoss, sum var kent fyri íslendskar ullvørur.
Á sumri 1930 hittust Hansina og Óskar, tá tey arbeiddu á sama bóndagarði við Mývatn. Seinni vísti tað seg, at tey vóru í ætt. Íslendska omman hjá Óskar og abbi Hansinu vóru systkin.
Hansina og Óskar fóru til Reykjavíkar um heystið, men har var arbeiðsloysi, og tíðirnar vóru harðar tá.
Á vári 1931 fóru tey til Ønundarfjørðin, har foreldrini hjá Hansinu búðu á einum bóndagarði. Óskar fór síðan til skips eitt skifti. Fyrst við snøri og síðan á sildarveiðu við gørnum.
Hansina var heima hjá foreldrunum, og í november kom teirra fyrsta barn í heimin. Á vári 1932 búsettust Hansina og Óskar á Ísafjørðinum. Har búðu eisini trý av systkjunum hjá Óskar - Brynjólfina, Kristensa og Magnus. Jens Frederik livdi framvegis tá, men doyði stutt eftir av hjartatilburði, um 55 ára gamal. Jens Frederik hevði tá fingið sær eina húshjálp - Elin - og teirra fosturbarn var Maggfred, sum var fyrsta barnið hjá systrini Amaliu. Elin og fostursonurin vóru verandi í heiminum, eftir at Jens Frederik var deyður.
Teir tríggir brøðurnir blivu verandi í Føroyum. Napoleon vaks upp hjá Sigmund Arge og giftist til Vágs. Arsæll, Salli kallaður, vaks upp og búði í Lorvík og Vigant vaks upp og búði í Klaksvík. Allir eiga teir eftirkomarar í Føroyum.
Óskar býr á ellisheimi i Garðarbær, og hann er fegin um vitjanir úr Føroyum.
Næstu ferð
Næstu ferð greiðir Albert Norðfoss framhaldandi frá sínum lívi til sjós. Enn einaferð verður skipið, hann er við, tikið av bretum