Søgan um gulu Bobluna

Tíðindaskrivið Ellisakfør verður í hesum døgum sent út til limirnar í áhugafelagnum Føroya Ellisakfør. Talan er um 19. árgang av blaðnum, sum er í A5 stødd við 44 blaðsíðum.

Í blaðnum eru áhugaverdar greinar um tiltøk felagsins, sum t.d. túrar við bilum og motorsúkklum umframt annað søguligt tilfar. Hergeir Petersen skrivar eina søguliga grein um t.d. tá bensinið var skamtað undir krígnum. Ein grein er um Finn Jespersen, sum á síni 65 ára gomlu Nimbus motorsúkklu herfyri koyrdi tvørtur um alt Ísland. Eisini er søgan um gulu Bobluna frá 1973 hjá Katrin Joensen á Argjum í blaðnum umframt annað áhugavert sum t.d. okkurt um Gøg & Gokke, James Dean og Tintin. Í blaðnum eru nógvar lýsingar og góðar myndir.


Áhugafelagið Føroya Ellisakfør varð stovnað í 1992, og felagið hevur givið út limabløð øll árini. Formaður í felagnum er Eirikur Ó. Simonsen. Tíðindaskrivið Ellisakfør er eisini at síggja í bíðirúmum hjá ymiskum stovnum kring landið. Heimasíðan hjá felagnum er: www.ellisakfor.com