Søgan um eina gravkúgv

Ósemja millum Landsverk og Fjarhitafelagið hevur havt við sær, at Landsverk síðsta mikudag setti eina gravkúgv soleiðis, at Fjarhitafelagið ikki fekk gjørt sítt arbeiði. Fríggjadagin komu boð frá løgregluni um at flyta gravkúnna, sum nú er flutt, men framvegis forðar arbeiðinum hjá Fjarhitafelagnum

»Einaferð vóru tað nakrir vaksnir menn, sum ikki kundu semjast um, hvussu teir skulu gera arbeiði framvið einum vegi. Teir trættust aftur og fram, inntil annar teirra fann útav at forklaga fyri mammu. Sum allar aðrar fittar mammur kom henda og lurtaði, men helt so tað var frægast, at hesir menninir loystu sínar trupulleikar sjálvir. Og trupulleikin varð loystur við, at annar av monnunum tók ta størstu gravkúnna hann fann og setti hana fyri har, sum hin maðurin ætlaði at arbeiða.«

Soleiðis kundi einfalda og stutta søgan um gravkúnna við útkoyringina frá Sandvíkarhjalla ljóða. Ein søga, um hvussu Landsverk kendi seg noyddan til at seta eina fysiska blokadu upp fyri at steðga arbeiðinum hjá Fjarhitafelagnum, sum teir ikki mettu fara fram á skilagóðan hátt. Formaðurin í Fjarhitafelagnum hevur lurtað eftir pørtunum og vónar nú, at hesir finna eina loysn.


Gravkúgvin ein deyðsfella

Mikudagin fyri viku síðani setti Landsverk eina gravkúgv við vegjaðaran beint áðrenn innkoyringina til Sandvíkarhjalla. Við Portalin fríggjadagin segði Oyvindur Brimnes, stjóri í Landsverk, at gravimaskinan var sett har, fyri at fáa eina reaktión frá Fjarhitafelagnum, hvørt arbeiði framvið vegnum eftir hansara tykki hevur drigið alt ov langt út. Hetta segði hann í viðmerking, eftir at Portalurin hevði skrivað um gravkúnna, og skýrt hana at vera eina deyðsfellu, tá plaseringin av henni tók alt sýni norðureftir hjá teimum, sum skuldu koyra út frá Sandvíkarhjalla. Nakrar dagar seinni var gravkúgvin flutt soleiðis, at hon ikki longur tók útsýni frá bilførarum, men kortini framvegis tænti sínum endamáli, nevniliga at forða Fjarhitafelagnum at arbeiða víðari.


Gravkúgvin ein neyðloysn

Oyvindur Brimnes sigur, at tað var ein neyðloysn at brúka gravkúnna fyri at steðga arbeiðinum hjá Fjarhitafelagnum.

– Vit hava havt fundir har tað verður nikkað, men kortini koyrir alt í sama máta, og ferðslutrygdarviðurskiftir verða ikki hildin, sigur Oyvindur Brimnes. Hann sigur, at teir av hesum mistu álitið á Fjarhitafelagnum.

– Arbeiðið er alt ov nógv seinkað, man hevur ikki gjørt seg lidnan har sum man er, og heldur ikki fylgt teimum avtalum, sum eru gjørdar, greiðir Oyvindur Brimnes frá. Tískil vildu teir tryggjað sær, at rørini ikki verða bundin saman fyrr enn trygd kann veitast fyri, at arbeiði verður gjørt sum tað skal og innan fyri eitt vist tíðarskeið.

– Og tá teir ikki steðga, tá vit senda bræv til teir við boðum um hetta, so var neyðugt at fara fysiskt til verka, vísir stjórin í Landsverk á. Samstundis leggur hann dent á, at tað ikki er vanlig mannagongd hjá teimum, at fysiskt til verka á henda hátt, men at tað var ein neyðloysn.


Gravkúgvin kann flytast

Landsverk viðgongur nú, at gravkúgvin upprunaliga var eitt sindur býtt stillað, og at tað átti at verið eitt sindur betri umhugsað, tá henda varð plaserað.

– Men havandi í huga, at tað var inni í einum arbeiðsøki og at fólk tá skulu vísa serlig atlit, so var tað ikki katastrofalt, heldur stjórin í Landsverk. Oyvindur Brimnes greiðir frá, at teir vóru meldaðir til løgregluna fyri hetta, og eftir at hava tosað við hana, fluttu teir gravkúnna umgangandi, soleiðis at bilarnir fingu útsýni aftur, meðan gravkúgvin kortini tænti sínum endamáli.

Oyvindur Brimnes sigur seg tó rokna við, at tey fara at finna ein loysn í hesum máli.

– Treytin er altso, at vit koma á tal við fólki. Men so skjótt sum vit so hava fingið trygd frá Fjarhitafelagnum fyri, at nú verður alt gjørt innan eina ávísa tí og eftir føstum treytum, so flyta vit okkum aftur, sigur Oyvindur Brimnes.


Gravkúgv undrar stjóran

Stjóri í Fjarhitafelagnum er Hans Christian Dam. Hann skilir ikki heilt hví Oyvindur Brimnes á Portalinum eftirlýsti eina reaktión frá Fjarhitafelagnum, tí júst henda sama morgun høvdu Landsverk og Fjarhitafelagið verið á fundi um akkurát hetta málið. Hann dugir heldur ikki at síggja nakra haldgóða grundgeving fyri, at seta eina gravkúgv upp og blokera á tann hátt. Hans Christian Dam vísir á, at teir frá Landsverk fingu álagt at rætta og fylgja nøkrum punktum. – Hetta gjørdu vit so. Ikki alt beinanvegin, men nakað aftaná, sigur stjórin í Fjarhitafelagnum. Eitt av áløgdu punktum, sum skuldu broytast, var eitt skeltið, sum stóð við Sandvíkarhjalla, har navnið á arbeiðstakara og ymiskt annað stóð. Hetta skeltið skuldi takast niður, tí tað sambært Landsverk var til ampa fyri ferðsluna.

Tá skeltið er tikið niður fer Landsverk síðani út og setir eina gravkúgv upp, sum tekur alt útsýni frá bilum, sum koma út frá Sandvíkarhjalla. Hetta heldur Hans Christian Dam vera eina stóra andsøgn, og sigur seg ongantíð hava upplivað tílíkt áður.

– Hetta er bæði langt úti og óskillugt, heldur hann. Stjórin í Fjarhitafelagnum sigur, at størsti trupulleikin í hesum málinum er, at tað ongantíð hevur verið eitt ordiligt samskifti millum Landsverk og Fjarhitafelagið. Til hetta sigur stjórin í Landsverk, at tað so ikki er teirra skyld, at samskifti ongantíð hevur verið optimalt, tí teir hava eftir hansara tykki gjørt sítt.

Elin Lindenskov er formaður í Fjarhitafelagnum. Hon var á fundi við Landsverk fríggjadagin. Hon sigur, at málið eftir hennara tykki er eitt sindur býttisliga handfari, men hon vónar, at ein semja kann finnast skjótt. Elin Lindenskov sigur, at hon ikki hevur álagt Fjarhitafelagnum nakað, men hevur einans heitt á teir, um at taka upp samband við Landsverk og fáa trupulleikan loystan.