Søgan skapti hetjuna

Nelson lordur hevði ætlanir um at gerast heimskendur, tá hann byrjaði tann seinni so kenda sjóbardagan við Trafalgar. Well, mínir harrar. Lat okkum í dag gera okkurt, sum heimurin seinni fer at tosa um , vóru boðini til yvirmenninar, áðrenn fyrsta kanónbrakið um middagsleiti tann 21. oktober 1805

Edvard Joensen


Tað lýsti vestur úr Kap Trafalgar sunnalaga á sponsku strondini, tá bretarnir umborð á flaggskipinum Victory hjá Nelson lordi sóu fyrstu mastratopparnar á fransk/spanska flotanum, teir í longri tíð høvdu ligið og lúrt eftir.
Nelson visti av, at hesin flotin hevði ligið í spanska havnarbýnum Cadiz og ætlaði sær at sleppa til Gibraltar og haðani inn í Meðalhavið. Men hetta hildu bretar ikki vera nakað serliga gott hugskot, og við øðrum skotum enn hugskotum, steðgaðu teir hesi ætlan í tí sjóbardaganum, sum seinni kom at gerast eitt tað kendasta sjóglagið í søguni yvirhøvur. Kanska tí, at hetta var seinasti stór sjóbardagin, har bara seglskip luttóku. Men helst meira tí, at enski høvuðsmaðurin, Horatio Nelson, doyði í hesum bardaga av eini franskari kúlu.
Undirskrivaði testamenti
Nelson var væl hýrdur undan sjálvum bardaganum, vita søguskrivarar at siga frá. Hann sat í kahytt síni og undirskrivaði testamenti saman við tveimum yvirmonnum, sum skuludu vera vitni. Hann visti sjálvandi, at hetta kundi gerast endin, hóast hann ivaleyst hevur vónað nakað annað.
Mótstøðumenninir vóru fleiri í tali. Sameindi franski og spanski flotin, hann helt ímóti, taldi 33 skip, og trann bretski taldi 28.
Men hetta ræddi ikki tann við tíðini roynda ovastan á enska Meðalhavsflotanum. Hann helt eggjandi røður fyri manningum sínum og setti skiparar sínar væl inn í tær ætlanir, hann hevði, áðrenn hann lat vinda upp kenda tekin sítt England roknar við, at hvør maður ger sína skyldu . Hetta merkti kríggj, vistu allir, sum á flotanum vóru.
Tað var umleið middagsleiti, at fyrsta kanónskotið varð latið av umborð á Royal Sovereign, sum Cuthbert Collingwood, admiralur, hevði ræði á. Og so var bardagin byrjaður.
Flaggskipið Victory hjá Nelson endaði so við og við í stríði við flaggskipið Bucentaure hjá franska admiralinum Villeneuve og eitt annað franskt skip, Redoubtable.
Klokkan var farin eitt sindur av eitt seinnapartin, tá ein skjútti umborð á Redoubtable rakti Nelson við eini kúlu.
Væl er seinni lýst, hvussu hendan kúlan ferðaðist gjøgnum kroppin á admiralinum. Hon fór gjøgnum herðar og lungu. Rakti tvey rivjabein, áðrenn hon steðgaði millum sætta og sjeynda riggjageisla.
Nelson fall á knæ og mælti: So komu teir at enda eftir mær .
Hann varð borin niðurundir og helt fyri við skipslæknan, at her var ikki nógv hjá honum at gera. Væl vitandi um, at hetta var endabresturin. Kortini hevði hann vit til at takka Guði fyri, at eisini hann kláraði at gera sína skyldu, tí hann var púra sannførdur um, at bretar høvdu vunnið hendan sjóbardagan, sum í veruleikanum gjørdi enda á franska yvirvaldinum á sjónum og gjørdi England til flotastórveldi komandi øldina.
Nelson doyði um hálvgum fimm tíðina seinnapartin 21. oktober 1805. Men tá høvdu bretsku herskipini eisini vunnið endaliga á fíggindanum og tikið eini 15 fíggindaskip til fanga. Teirra millum var eisini franska flaggskipið Bucentaure.
Nelson var ikki einasti admiralurin, sum lat lív í sjóbardaganum hendan dagin. Eisini spanski admiralurin Duque Federico de Gravina lá eftir á. Umframt doyði eisini nógv herfólk. Tølini eru eitt sindur ójøvn og siga alt frá 1.200 til 1.500 bretar og úr 2.300 upp til heilar 14.000 mans hjá sameinda flotanum.
Líkið av Nelson admirali varð flutt heim til Englands, og hann er jarðaður í St. Paul's katedralinum í London. Men heldur ikki í deyðanum slepti hann fransmonnum heilt, tí kistan, hann varð lagdur í, var gjørd úr vrakgóðsi av einum fronskum herskipi, hann hevði tikið í stríðnum við Nilánna tann 1. august 1798.
Gløgt hepni
Eitt sindur hevur verið kjakast um, um Nelson vann sínar sigrar av gløggskygni ella av berum hepni. Helst hevur ein blanding verið av báðum, tí neyvan er tað bara hepni, ið hevur skapt hesa stóru krígshetju, sum bretar meta so høgt, at teir framvegis hátíðarhalda 21. oktober til minnis um bardagan við Trafalgar.
Men eitt sindur av einum røvara hevur hann ivaleyst verið, hesin góði prestaonurin, Horatio Nelson.
Hann varð føddur í 1758, og var, eftir sum søgufólk siga, klæntrasligur á vøkstri og heilsuveikur. Tí undraði tað familjuna, tá hann longu sum 12 ára gamal fór at tosa um, at hann vildi sleppa í herflotan. Men tað gjørdi hann so 15 ára gamal í 1773, og tað var rímiliga skjótt, at hann fekk skip at føra. Og síðan gekk so at siga "slag í slag". Einum fýra kendum sjóbardøgum luttók hann í, áðrenn hann doyði við Trafalgar.
Særdur varð han nakrar ferðir í sínum mongu bardøgum. Í 1794 misti hann annað eygað á Korsika, og í 1797 lá høgri armur eftir í álopi á Tenerife.
Men vinstra arm fekk hann tó brúkt, tá hann setti kikaran fyri tað blinda eygað.
Tann søgan verður søgd soleiðis í søgubókum, at undir álopinum á Keypmannahavn í 1801 fóru eini tvey skip á land, og flotaovastin, ið tá var, sir Hyde Parker, gav boð um afturtøku. Hetta gjørdu menn Nelsons hann varugan við, men hann setti bert kikaran fyri tað blinda eygað og staðfesti, at: Eg síggi einki tekin um afturtøku, sum jú eisini var púra satt.
Eftir deyða Nelsons er ein høg minnissúla við standmynd av admiralinum ovast uppi reist á Trafalga Square í London, eins og skip hansara HMS Victory er varðveitt á flotasavninum í Portsmouth.