Kappróður
Gongurólvur við kvinnum hevur beina kós ímóti FM heitinum. Leygardagin vann báturin hjá Havnar Róðrarfelag fyri fimtu ferð av fimm møguligum, og harvið hava kvinnurnar mest sum tryggjað sær FM heitið, sum verður tað einasta, ið Havnar Róðrarfelag fer at vinna í ár.
Leygardagin royndi Páll Fangi at bjóða av, og leingi sá tað út til, at tað skuldi bera teimum úr Klaksvík til at hótta Gongurólv. Men í endaspurtinum var eingin spurningur. Gongurólvur, sum hevði verið tað mesta av einari hálvari bátslongd aftanfyri Páll Fanga, var so sannførandi, at hann fór á mál meiri enn eina hálva bátslongd undan Páll Fanga.
Søgan endurtekur seg, plagar at verða tikið til. Gongurólvur við kvinnumanning hevur ikki vunnið FM síðani í 2003. Ta ferðina vann 6-mannafarið hjá Havnar Róðrarfelag við kvinnumanning fimm teir fyrstu róðrarnar rættuliga sannførandi. Men so kiksaði tað tvær ferðir. Á vestanstevnu vann Jarnbardur, meðan Páll Fangi var næstfremstur og Gongurólvur nummar trý, og á ólavsøku vann Jarnbardur, og Gongurólvur var nummar tvey.
Higartil í ár hava avrikini og úrslitini onga ábending givið um, at tað ikki skal fara at eydnast Gongurólvi at vinna allar róðrarnar, og sjálvandi eru tær uppsettar uppá, at í ár skal arbeiðið gerast væl og virðiliga liðugt!









