Søgan oman eftir Varðagøtu

Ikki minni enn trý stór skøld hava búð á Varðagøtu, einasta føroyska kleystrið og nýggja og gamla katólska kirkjan eru at finna her, og við byrjan og enda av Varðagøtu eru eitt keramiskt verkstað og eitt bókbindarí

Googlar tú inn á Varðagøtu, finnur tú mangt um Varðagøtu og uppi undir Varða, men kanska ikki tað, tú leitaði eftir.

Onkunstaðni stendur, at við Varðagøtu eru tveir skúlar, barnagarður, vøggustova, viðarlund og handil. Bussleiðin koyrir í dag oman eftir Varðagøtu, Guðrið Poulsen hevur keramiska verkstaðin niðast á Varðagøtu, og ovast uppi, har Varðagøta fer í Ringvegin er djóralækni. Har er gamla katólska kirkjan, sum H.C.W. Tórgarð teknaði, og har er nýggja katólska kirkjan, sum Árni Winther teknaði. Har er kleystur, og har er stóra kervisstøðin hjá SEV.

Har búðu William Heinesen og Heðin Brú, og longri uppi undir Varða búði Christian Matras.

Men har er so mangt annað á Varðagøtu, sum ikki er at finna á www.google.com.

Um vit finna alt Mentanarnáttina, tá vit spáka oman eftir Varðagøtu, fáa vit at síggja. Har er so mangt broytt, umbygt og bygt nýtt, men enn er nógv eftir av tí gamla. Teir báðar túrarnar, Felagið Tórshavn hevur havt oman eftir Tinghúsvegnum og heim eftir Landavegnum, vóru stak væl eydnaðir, og tað verður hesin oman eftir Varðagøtu eisini.

Gongutúrurin byrjar á krossinum millum Varðagøtu og gamla Oyggjarvegin, beint við har, sum rulliportrið stóð, nakað niðanfyri bókbindaríið hjá Helga Justinussen, kl. 19.15.

Gongufelagið vónar at síggja øll tey mongu, sum hava spákað omaneftir og niðaneftir Varðagøtu – summi heim, summi til arbeiðis, í gamla svimjihylin ella í skúla. Mangar eru søgurnar, ið kunnu sigast um hús og fólk við Varðagøtu, og fleiri vit eru, fleiri verða kendu andlitini, sum vit fara at síggja.

Mentanarnáttina, kl. 19.15 síggjast vit spákandi oman eftir Varðagøtu.


GG Bussleiðin nr. 1 fer úr Steinatúni kl. 19:03.