Mikukvøldið vann EB/Streymur 3-2 í landskappingini ímóti B68. Í dag hittust liðini aftur. Tað var í steypakappingini. Mikukvøldið varð spælt í Hólmanum á Eiði. Í dag varð spælt á Svangaskarði.
Í dag vann EB/Streymur 2-1. Áki G. Olsen legði EB/Streym á odda átta minuttir undan steðginum, og tíggju minuttir eftir steðgin var 2-0. Tá var tað Niklas T. Kruse, sum umsetti brotsspark til mál. Dómarin peikaði á ellivu metra blettin, tá ið Símun Sólheim fór um koll.
B68 minkaði um munin í tíðini, sum dómarin legði aftrat. B68 vann brotsspark, sum Lukasz Cieslewicz umsetti til mál, og so var bara lítil løta, áðrenn dómarin bríkslaði fyri síðstu ferð.
B68 hevur ongantíð vunnið kappingina um løgmanssteypið.
EB/Streymur hevur vunnið kappingina um løgmanssteypið fýra ferðir – í 2007, 2008, 2010 og 2011.