Søgan aftanfyri Búnaðarstovuna

Tá móttøka var á Búnaðarstovuni Frammi í Dali í Kollafirði seinasta fríggjadag, greiddi nýggi búnaðarstjórin, Bjørn Patursson, frá, hvussu Búnaðarstovan er vorðin til, sum tann stovnur, hon nú er

Landbúnaður

 

Bjørn Patursson vísti á, at hin 1. januar í 2005 varð Føroya Jarðarráð avtikið og býtt í tveir stovnar.

- Búnaðargrunnurin, sum serliga umsitir peningaligu síðuna av Jarðargrunninum, fígging til landbúnaðin eins og festikontur, hevur sítt egna stýri og stjóra og heldur til í Havn, har Føroya Jarðarráð áður húsaðist.

Bjørn segði, at hin parturin av gamla Jarðarráðnum, sum eitt nú umsiting av landsjørð, festum, stuðulsskipanum, lógarverki og øðrum, varð lagt í annan stovn, nevndur Búnaðarstovan.

- Hesin parturin av gamla Jarðarráðnum flutti norður í Búnaðardepilin í Kollafirði. Bróðurparturin av gamla og trúgva stabinum í Jarðarráðnum flutti norður við og hava starvast her saman við táverandi nýggja stjóranum, Ari Johanneson, sum varð settur á henda partin, tá Jóannes Dalsgarð gavst eftir drúgva tænastu sum stjóri.

Búnaðarstjórin vísti á, at á Búnaðardeplinum húsaðist tá tað, sum rópt verður ”Almennar royndir og ráðgeving”, eisini nevnt Royndarstøðin við sínum starvsfólkum og Peder T. Haahr sum stjóra.

- Hesin stovnur røkir nógvar ymiskar uppgávur, eitt nú royndarvirksemi, neytaeftirlit, ísáðing, mold- og fóðuranalysur og ráðgeving í hesum sambandi.

Hann segði, at seinasta heyst tóku hesir báðir stovnar – í einum samstarvi – stig til at seta Rólv Djurhuus í starv sum landbúnaðarráðgeva.

 

Samanlegging

- Hetta var støðan, til landsstýrismaðurin seinasta heyst saman við stjórunum í Búnaðarstovuni og Royndarstøðini tók avgerð um at leggja stovnarnar Royndarstøðin og Búnaðarstovuna saman í ein stovn, sum nú hevur heitið Búnaðarstovan.

Bjørn segði, at áðrenn hetta hendi, hevði táverandi stjórin á Búnaðarstovuni, Ari Johanneson, tikið avgerð um at fara í annað starv, samstundis sum stjórin á Royndarstøðini, Peder T. Haahr, um stutta tíð fer frá vega aldur.

- Neyðugt var tí at søkja eftir nýggjum búnaðarstjóra, sum skuldi setast til at samansjóða hesar báðar stovnarnar í ein nýggjan stovn, nevndur Búnaðarstovan.

Bjørn Patursson vísti við móttøkuna á, at Búnaðarstovan, har hann nú situr sum stjóri, er sjálvstøðugur stovnur undir Fiskimálaráðnum, har fíggingin av stovninum partvís kemur úr landskassanum og partvís úr Búnaðargrunninum, meðan ein minni partur kemur inn sum brúkaragjøld og gjøld fyri tænastur og veitingar.