Søga og skemt á Windsor Park

Norn-Iron viðhaldsfólkini fóru glað og flennandi heim av Windsor Park í Belfast í kvøld. NorðurÍrland leikti ein góðan dyst, og vunnu trygt 4-1. Tá Peter Thompson skoraði til endaliga úrslitið beint áðrenn leiklok, var tað fyri fyrstu ferð í 24 ár, at ein leikari úr heimligu liguni skoraði fyri NorðurÍrland. Men tað var ?The Healer? - David Healy - sum gjørdist bæði stóra hetjan og undirhaldarin í kvøld. í 25. og 32. minutti bankaði hann bóltin í netið fyri NornIron, og er tað nýtt norðurírskt met hvørja ferð. The Healer hevur nú rokkið teimum 37 landsliðsmálunum. Healy kom til nógvar málmøguleikar, og burdi skorað eitt veruligt hattrick. Tað gjørdist eitt speiskt hattrick fyri Healy eftir 55 minuttir. Nigel Worthington hevði skorað til 3-0 eftir 36 minuttir, og í 55. minutti fekk Georgia brotsspark. Bólturin brast í stongina, sprak út aftur til Healy, sum aftur skoraði trygt, tó hesuferð í skeiva málið. Fagnaðurin og láturin mundi ongan enda fingið á Windsor Park. UEFA-forsetin Michel Platini angrar so ikki, at hann valdi at fara til Belfast at heiðra David Healy fyri hansara málmet. Lítið er at ivast í, at skjótt kann ein fara inn á YouTube og síggja fantastiska stuttliga sjálvmálið hjá David Healy.