TÍÐINDASKRIV
Umhvørvið á hesum staði er ein søgu- og náttúruperla og hevur innan hesi øki ymiskt at bjóða - bæði ferðafólki og heimafólki.
Stovnandi aðalfundur nýggja felagsins verður á Café Tøting á Tøtingarvirkingum í Syðrugøtu mikukvøldið 22. august kl. 19:30.
Símun Arge, fornfrøðingur, kemur at greiða frá ymiskum útgrevstrum og fornleivdum í Syðrugøtu.
Eitt av endamálum felagsins er at menna søguna og søgutengda ferðavinnu í umhvørvinum, s.s. søguslóðir sum vit eisini kenna aðrastaðni í Føroyum.
Stigtakararnir vóna, at mong nýta høvi at møta til tiltakið.