Nú taka vit á Tinghelluni upp annan tátt. Fara at ummæla. Bøkur og andlig verk týða sera nógv fyri tingmál, búskap og bygnað, lógir og landsins kós. Tí er sjálvsagt at røða og mæla um slík verk á hesum stað. Fyri mong er gott ummæli fortreytin fyri góðum lesnaði.
Fyrsta sjangran, vit taka upp, er krimisøgan. Í sjónvarpsending segði búskaparkønur maður á einum sinni, at hann las krimisøgur, tí tær vóru bestu viðmerkingar til samfelagskjakið, ið hann fekk. Krimisøgan er soleiðis háttað, at lesarin mestsum av sær sjálvum tekur við søgugongdini. Aðrir høvundar mugu stríðast at fáa lesaran við sær á ferð inn í søguna, mugu royna mangar snildir at fáa søguna at tykjast sannlíka og spennandi.
Tann, ið skrivar krimi, veit, at lesarin altíð tekur við krimispenningi. Eru tað søgur um Sherlock Holmes ella Miss Marple ella tær hjá Jógvani Isaksen, bara óvissa er um, hvør hevur framt brotsverkini, so lesa vit síðu fyri og aðra eftir. Sjálvt um søgurnar eru burtur úr vón og viti ósannlíkar, sama ger, spennandi er nóg mikið, serliga um onkur doyr.
Tá hendir tað, tann búskaparkøni nevndi. Høvundin fær frið at eygleiða, viðmerkja, siga sítt um samfelagið. Fyri mong eru góðar krimisøgur sum yrkingar eru fyri onnur. Tí eru eisini yrkjarar góðir krimihøvundar, leggja teir í (hugaði lesið krimisøgurnar hjá Dan Turéll). Meðan spenningurin bleiktrar um síðurnar, fáa vit við, flenna at, og hugsa um tey gleps, brikls og gløggu leiðingar, sum høvundin fær okkum at lesa, tí vit sleppa ikki undan.
Jóannes Kjølbro dugir júst hetta. Hann glepsar og brikslar sum fáur, og væl liggur fyri. Hetjan í bókini undrast á, hví í verðini føroyingar skulu kunnast við, hvar hectopaskallini eru, tú fært ikki gloppað útvarpið uttan at hoyra um ferðandi lágrýst og grynnandi brúgvaløg. Hví velja útvarpsmenn sær bæði orð og úttalu úr íslendskum? Og hann troyttast av ævigu ættargransking føroyinga; hví er tað so spennandi, at langomma tín hevur tænt hjá oldurabba mínum?
Í umhvørvinum hjá Jóannesi eru gamlir framamenn, snýkin embætisfólk, útlendskur kapi-talur, fullveldi, ættarbond, samkomur og samkynd. Alt er, sum krevst at skriva góða krimi um Føroyar í dag.
Væl er fyrireikað til góða krimisøgu. Ólukkan er, at Jóannes dugir illa at skriva. Í øllum førum liggur illa fyri at fáa søguna at renna spennandi og sera illa at lýsa persónar, hendingar og orðadrátt. Hetta er stórt spell, tí tað eru ov fáar krimisøgur um føroysk viðurskifti. Høvundin er teknokratur í olju-vinnuni, og hevur hegnisliga lagt ætlanina um hesa krimisøgu; hann skuldi bert havt biðið onnur fakfólk hjálpt sær við tí, hann ikki er nóg stinnur í, og tað er umframt at skriva spennandi søgur eisini føroyskt mál. Setningar og tiltøk eru hugsaði á donskum og síðani umsett orð fyri orð. Jóannes megnar at fara "ígjøgnum hurðina, fara inn við tann eina endan á húsunum, blaka skógvarnar fyri at drekka ein kopp av te fyri endan av gongini." Hugflogið er nærum onki, tá Jóannes skal finna uppá. Hvønn veruligan persón man tað byggja á, tá vit hoyra um ein oljuáhugaðan blaðstjóra á vinstruhallum blaði, og hesin kallast Lützen? Ella gamla vinstraleyvu, sum situr í London og eyggjar fullveldissinnaðum til stríð í Føroyum?
Samanumtikið: lesa tit Tinghelluna, keypið og lesið "Meðan sólin í eystri roðar". So kann tað vera, at Kjølbro fær hug at royna aftur (við kønari hjálp), ella at tey, ið duga at skriva, síggja, at pengar eru í lortinum. Hugsið tykkum krimisøgur eftir Tórodd Poulsen ella Carl Johan Jensen!