Sáð góðskan er í lagið

Sáðgóðskan hjá ungu monnunum er als ikki versna seinastu 15 ára. Tað vísir tann mest umfatandi kanningin nakrantíð á hesum økinum. Hetta veit DR í dag.

 

Síðani 1996 hava kanningar verið gjørdar á hvørjum árið, fyri at vita um góðskan minkar ella stendur í stað.

 

Tað var orsaka av einum áhaldandi kjaki, at man í 1996 avgjørdi at kanna sáðgóðskuna, og soleiðis fáa eitt álítandi tal.

 

-Í dag er svarið púra greitt. Tað er eingin broyting í sáðgóðskuni síðani kanningin byrjaði, sigur Peter Saugmann-Jensen, lækni hjá danska Heilsuráðnum.

 

Eingin slík umfatandi kanning er gjørd í Føroyum.

 

Kelda: dr.dk