Ikki óvæntað vann SÍ dystin móti Mjølni í Sørvági leygardagin, og tað merkir so, at SÍ framvegis er beint í hølunum á oddaliðnum Fram.
Sørvingar vunnu 25-23, 25-19 og 25-15, og tað bendir á, at Mjølnir hevur verið væl við í byrjanini, men at SÍ so líðandi hevur yvirtikið meir og meir.
Sigurin merkir, at SÍ hevur seks stig - tað sama sum Fram, men fyri ein dyst fleiri enn Fram.
Mjølnir verður standandi á tveimum stigum fyri tríggjar dystir. Næsta vikuskifti spæla teir í Havn móti Fleyr. Tá hevur SÍ frí.