Flogbóltur
Nú kappingin hjá kvinnunum er farin at halla, er SÍ framvegis oddalið. Fýra stig eru niður til næsta liðið, so í Eik-liguni hjá kvinnum er tað enn bara ein spurningur, hvør annar kemur í FM-finaluna, og har eru nú trý lið eftir, sum liggja framvið: TB, Mjølnir og Dráttur.
SÍ-kvinnurnar vóru í gjár gestir á Kambsdali, har ÍF tók ímóti, og dysturin fekk tað úrslitið, ið væntast kundi frammanundan. SÍ vann trygt – og spældi fyri tað nógva eisini sera væl.
Í fyrsta setti koyrdi alt hjá SÍ, meðan ÍF mestsum einki álop hevði. Spælið hjá gestunum var at kalla feilfrítt við góðum álopi og einum blokki, ið tók broddin av álopsroyndunum hjá ÍF, áðrenn tær veruliga komu í gongd. Nakað tað sama var eisini í øðrum setti, tá ÍF tó fekk betri móttøkur og so smátt byrjaði at fáa eitt sindur av álopi. Framvegis gjørdi SÍ fáar feilir og spældi væl.
Sum so ofta, tá eitt lið er á odda 2-0, dovnaði innsatsurin nakað í triðja setti, har ÍF í byrjanini var væl við. ÍF var á odda 13-10, men eftir at SÍ hevði havt »time-out«, vendist gongdin. SÍ fór framum 13-14 og hugdi síðani ikki aftur um seg, men koyrdi avstað.
Talan var sostatt um ein tryggan og avgjørdan sigur, har SÍ stóð fyri tí nógva. ÍF hevði millum lítið og einki at bjóða, ið kundi hótt SÍ, og tað avspeglar væl eisini stigatalvuna, har SÍ er klárt á odda og ÍF næstaftast, tvey stig framman fyri botnliðið, KÍF.