SÍ frá greipu til silvur

SÍ-Fleyr 3-2 (17-25, 25-23, 24-26, 25-20, 15-11)

 

Flogbóltsmenninir hjá SÍ hava hetta kappingarárið í Eikliguni verið noyddir at tikið til takkar við at síggja ÍF framman fyri seg. Men sigurin á Fleyr sunnudagin tryggjaði so SÍ eisini at fáa silvur í landskappingini.

Ikki kann sigast, at líka væl hevur ligið fyri hjá mansliðnum hjá SÍ í ár, sum tað gjørdi í fjør. Tá fekst greipan til høldar, men hesa ferð gjørdist tað til silvur í bæði steypakappingini og landskappingini.

Ein frágreiðing er kanska, at týðandi spælarar hava verið burturi. Jón Nielsen var bara við ein dyst, áðrenn hann skifti til Fleyr, og so hava bæði Jóhan Petur á Stongum og Jón Joensen verið burturi við skaðum.

Í øllum førum hevur ikki ligið so væl fyri hjá SÍ í ár sum í fjør, og tí gjørdist tað mesta av kappingarárinum hesa ferð ein tilvera í skugganum av fuglfirðingum, sum fóru avstað við øllum.


Skiftust um settini

Silvurið í steypakappingini hevði liðið longu fingið, áðrenn Fleyr kom á vitjan í Sørvági sunnudagin. Men tað skuldi altso ein fimmsettari til, áðrenn SÍ kundi eiga vissu fyri, at silvurkrónurnar í landskappingini komu upp á pláss.

Fleyr legði bragdliga fyri og tók fyrsta settið sera sannførandi. SÍ læt fleiri av teimum yngru og óroyndaru fáa kjansin, og teir fótaðu sær ikki fyrr enn í øðrum setti, sum SÍ vann. Men longu í triðja setti svaraði Fleyr væl aftur, og hetta gjørdist javnasta settið í dystinum.

Í fjórða setti kom meira ferð á spælið hjá SÍ, og tað rakk til at fáa fimta settið, ið somuleiðis var vunnið. Hesi bæði síðstu settini var tað serliga miðjuspælið hjá SÍ, ið gjørdi munin.

Bert ein dystur er eftir, sum forrestin er á heimavølli ímóti greipuvinnarunum úr Fuglafirði, men greitt er, at hóast Mjølnir kann fáa SÍ aftur í stigum, er settmunurin so stórur, at silvurið eftir seinasta dystin verður handað sørvingum.