SÍ flogbóltur hevur gjørt nýggja stuðulsavtalu við EIK

Eik Banki hevur í tvey ár verið høvuðsstuðul hjá SÍ flogbólti, á lítlari samkomu á Hotel 62N, varð nýggj stuðulsavtala gjørd fyri kappingarárið 2009/10 og 2010/11.

Sjúrður Poulsen, deildarleiðari í Eik Banka í Vágum, sigur, at jaliga samstarvið partanna millum, saman við góðu úrslitunum hjá felagnum, hevur gjørt, at Eik Banki er sinnaður um framhaldandi samstarv til 2011.

Eisini Oddmar Selfoss, formaður í Sørvágs Ítróttarfelag, er fegin um nýggju avtaluna og samstarvið við Eik Banka. Hann sigur, at tað ein stór viðurkenning av avrikunum hjá SÍ, nú stuðulsavtalan er komin upp á pláss fyri komandi árini.

 

Avtalan millum SÍ og venjararnar fyri kappingarárið 2009/10 í flogbólti, varð eisini undirskrivað á Hotel 62N. Venjarar verða Jóhan Petur á Stongum og Kári Mikkelsen fyri Eik-liguna hjá kvinnum, og fyri Eik-liguna hjá monnum verða venjararnir Ragnar í Haraldstovu og Jákup av Kák.

SÍ hevur eisini fingið ungdómsvenjara og tað er eingin minni enn Rajko Petrovic, sum var hjá SÍ fyri nøkrum árum síðani, har hann gjørdi eitt megnar arbeiði, sum SÍ hevur notið gott av. Hann skal venja øll ungdómsliðini.

Rajko byrjar at venja ungdómin 1. oktobur.

Oddmar Selfoss, formaður, sigur, at SÍ hevur fyrireikað seg væl til kappingarárið 2009/10, hann hevur góðar vónir um, at kappingarárið fer at eydnast væl.