Mest óvæntaða úrslitið í 1. deild í dag var tað, tá ið SÍ vann 3-1 í Leirvík, eftir at LÍF í 1. hálvleiki hevði verið á odda.
Andreas Lava Olsen legði LÍF framum í 20. minutti, og í 1. hálvleiki hevði heimaliðið onkrar aðrar møguleikat at skjóta mál ? eitt nú sendu teir eina ferð bóltin í stólpan.
LÍF hevði bóltin mesta partin av tíðini, men sørvingar vóru støðugt ágangandi og vandamiklir.
Átta minuttir eftir steðgin javnaði Jens Erik Rasmussen við brotssparki, og bara tveir minuttir seinni legði Jens Erik Rasmussen SÍ framum. Eitt lítið korter undan leikloki staðfesti Jørgen Meitilberg 3-1 SÍ sigurin.
Mikukvøldið tapti LÍF á heimavølli ímóti FSV04, so tað kann ikki sigast annað, enn at tað hilnast illa hjá heimaliðnum, tá ið teir hava vitjan úr Vágum.
LÍF hevur 13 stig og er átta stig frá næstfremsta plássinum. Eftir tveir sigrar og ein javnleik í trimum teimum seinastu umførunum er SÍ nú komið upp á 10 stig.










