Ósá í Fótbóltspanelinum

Rás2: Jákup Ósá gevur ilt av sær í Fótbóltspanelinum

Í Fótbóltspanelinum, sum verður á Rás2 í dag millum klokkan 16 og 17, verður ítróttarskrivarin á Norðlýsinum, Jákup Ósá, gestur.

 

Hoyr Fótbóltspanelið beinleiðis við at trýsta HER

 

Hann heldur lítið um skipanana við leikbannum í steypakappingini, har tað bara skulu tvey gul kort til leikbann. Hetta merkir millum annað, at út við eini tjúgu spælarar eru á markinum til at fáa leikbann í steypafinaluni, um teir fáa gult kort í seinnu hálvfinaluni. Hann tekur somuleiðis samanum fyrru hálvfinalurnar í kappingini um Løgmanssteypið.

 

Fótbóltspanelið verður sent frá handverkaramessuni, sum er í Hoyvík í dag.