SÍF rundar 100

Tað eru í ár liðin 100 ár, síðan Sandavágs Ítróttarfelag, SÍF, varð stovnað. Felagið hátíðarheldur føðingardagin við ymsum tiltøkum gjøgnum árið. Tað fyrsta verður leygardagin 22. apríl.
Tá skipar Sandavágs Ítróttarfelag fyri serligum ítróttardegi á og kring ítróttarøkið á Valloyruni. Á skránni eru eldri og nýggjari spøl, eins og ítróttarkappingar verða millum eldri sum yngri ítróttarfólk. Fyrireikararnir leggja dent á, at tltlakið er alment, bæði bygdar- og avbygdarfólk eru hjartaliga vælkomin at luttaka ella bara hyggja at og hugna sær.
Lagt verður fyri við morgunmati fyrrapartin, og síðan byrja kappingar og spøl og halda á til út á seinnapartin.

Nógv á skránni
SÍF ger nógv burtur úr degnum leygardagin, og skráin fyri tiltakið er hendan:
Kl. 10:00: SÍF bjóðar morgunmat í SÍF-húsinum - øll eru hjartaliga vælkomin!
Kl. 11:00: Ítróttarfólk frá fimti- og sekstiárunum ganga skrúgongu frá SÍF-húsinum og umvegis. Gamlaveg oman á hondbóltsvøllin
Kl. 11:30: Hondbóltsdystur millum Søljugentur frá fimti- og sekstiárunum
Kl. 12:30: Fótbóltsdystur millum SÍF leikarar frá fimti- og sekstiárunum
Kl. 13:30: Ymiskir ítróttar- og frítíðaraktivitetir fyri øll á Valloyruni, m.a.
- gjarðarrenning
- kasta kongar
- lakka paradís
- lofta við bóltum
- hoppa band og elastik
- rógva við rógvimaskinu
- kasta og skjóta í mál (ferðmátari mátar skotstyrkina)
- Petanque (kúluspæl)
- "Melda kríggj"
- "Hávurin kemur"
Kl. 15:30: SÍF tiltakið endar