SÍ fær vitjan av NSÍ

Tað er ikki á hvørjum ári, at feløg í Formula-deildini vitja í Sørvági. Soleiðis verður tað í ár. Leygardagin fer NSÍ at spæla á útivølli í Sørvági.
Hetta gjørdist greitt leygardagin, tá ið SÍ í fyrsta umfari í kappingini um Løgmanssteypið vann 1-0 á heimavølli móti MB.
Einsamalla málið varð skorað, tá ið seinna umfarið var stórt korter gamalt. Málskjútti var Bogi Selfoss.