SÍ fór framvið Drátti

SÍ vann sær rættin til at reypa í Vágum, tí sunnudagin vunnu tær móti grannunum úr Drátti

FLOGBÓLTUR

 

SÍ vístu styrki og vunnu tryggan sigur uppá 3-1 móti grannunum úr Drátti. Við sigrinum kundi SÍ eisini fara framvið grannunum á stigatalvuni, við einum dysti til góðar. Sørvágs kvinnur hava eisini hála seg upp á sama stigatal sum ÍF, men har er ÍF í teirru støðu, at tær hava ein dyst færri enn SÍ.

SÍ byrjaðu betur, og vunnu tær eisini tvey tey fyrstu settini. Tað triðja settið fór Dráttur avstað við, men í fjórða settinum settu SÍ kvinnurnar Drátt upp á pláss og vunnu sikkurt. Sostatt at endaliga úrslitið gjørdist ein tryggur sigur.

Var fyrsta settið javnt, var ongin ivi um næsta sett. Vertirnar vunnu næsta sett við stóra muninum 25-11. Triðja sett tóktust SÍ at taka sær av løttum, samstundis sum Dráttur rættuliga kom í gongd. Drátturs kvinnur vunnu hetta settið 15-25. Fjórða settið var ongin ivi yvirhøvur. Tí við rungandi tryggum sigri uppá heili 25-7, vunnu SÍ settið og harvið eisini dystin.

Dráttur er við hesum úrslitinum dottið niður á triðja pláss eftir fimm dystum, meðan SÍ, ið fyrr lá á triðja plássi, hevur yvirtikið annað plássið frá Drátti.