SÍ, ÍF og so hini liðini

ÍF hevur bert tap tein dyst í ár, og tað var móti SÍ herfyri, og í øllum hinum dystunum, hevur tað nærum verið avgreiðsluspurningar. Av teimum átta settunum, kvinnurnar úr Fuglafirði hava tapt, eru tey fimm tapt móti SÍ, og tað sigur ikki so lítið.

 

Á sama hátt sum hjá ÍF, er støðan í Sørvági tann at argastu kappingarneytarnar eru tær, ið hava stolið mest sett frá liðnum. ÍF hevur megnað at staðið seg best móti SÍ í ár, og tískil er ikki farið ov langt av leið, um kappingin væl at merkja fylgir verandi støðu, at gita sær, at ein møguligur vinnari verður at finna millum hesi bæði liðini.

 

Tá tveir triðingar av kappingini eru spældir, tá verða stigini hjá hvørjum einstøkum felagi hálveraði, og so verður byrjað aftur. Um hetta fer at broyta tað stóra í spurninginum um oddastríðið, tað fer bert tíðin at vísa. Hvussu er og ikki, skulu lið, sum KÍF og Dráttur, ið berjast um triðja plássið, rættuliga duga at kenna sína vitjunartíð, tá tey møta liðum, sum SÍ og ÍF.