Nú hevur FSF gjørt av, nær dystirnir hjá sundurlisna FSV skulu spæla
Sambært reglugerðini, sum varð gjørd, tá FS Vágar varð stovnað, skulu SÍF og MB spæla um, hvat teirra skal hava plássið hjá ovara stadda liðnum, um so er, samstarvið slitnar.
Tað gjørdi tað sum so longu í vár, og nú hevur FSF so ásett, nær dystirnir skulu leikast.
Fyrri dysturin verður mikudagin, tá SÍF hevur heimavøll, og leygardagin verður so dystur í Miðvági.