Tað er framvegis stórur spenningur um hvat lið skal møta Mjølni í FM-finalunum í mansflogbólti.
ÍF vann í kvøld 3-1 á einum skerdum SÍ-liði vesturi í Sørvági. ÍF tapti greitt í fyrsta settinum, men fuglfirðingar settu tingini uppá pláss tey næstu trý settini. Settmunurin var 25-11, 16-25, 24-26 og 17-25.
Úrslitið merkir, at ÍF og Fleyr eru jøvn í stigum, 20 stig í part, men Fleyr hevur eitt sindur betri settmun.
HER BER TIL AT HOYRA samrøðurnar reportarin hjá FM1, Óli G. Samuelsen gjørdi við Trónd H. Hansen hjá ÍF og Jóhan Petur á Stongum aftaná dystin. Fremst á ljóðfíluni ber til at hoyra Óla G. Samuelsen siga frá teimum avgerandi bóltunum í teimum fýra settunum.
Myndina til greinina hevur Óli G. Samuelsen tikið í Sørvági aftaná dystin.
Støðan (fbf.fo) | Dystir | Sett | |||||||
Lið | leiktir | 3-0/3-1 | 3-2 | 0-3/1-3 | 2-3 | vunnin | tapt | munur | Stig |
Mjølnir | 16 | 12 | 1 | 3 | 0 | 41 | 15 | 26 | 38 |
Fleyr | 16 | 5 | 1 | 7 | 3 | 28 | 34 | -6 | 20 |
ÍF | 16 | 4 | 3 | 7 | 3 | 29 | 37 | -8 | 20 |
SÍ | 16 | 4 | 2 | 8 | 2 | 26 | 38 | -12 | 18 |