SÍ eru Føroyameistarar

Við sigrinum í dag er tað greitt, at SÍ eru komnir upp á 13 stig í landskappingini, og tað er ov nógv hjá kappingarneytum teirra, ÍF og Mjølnir, at innheinta. Tískil er SÍ kosin Føroyameistari í bestu flogbóltsdeildini hjá monnum.

 

Hóast tað enn er eitt umfar eftir at spæla, so er longu greitt, at SÍ ikki verða tiknir aftur, og at tað so er upp til ÍF og Mjølnir, at berjast um silvurið.

 

Tað er bert ein dystur eftir, og hann er millum tey júst umtalaðu lið.

 

Eftir dystin í dag, var frøðin, sum vera man, sera stór á leikarum, venjara, og mongdin av fjepparum tustu inn á vøllin. Tey høvdu tolin og full av spenningi bíða longi, og frøðin tóktist onga enda at fáa. Øll hálsfevndust, og onkur mundi óivað hava klump í hálsinum.

 

Liðskiparin hjá SÍ var, sum væl skiljandi er, ovurhondsfegin um júst vunna sigurin, og tá vit fingu orðið á hann, hevði hann millum annað hesi orð at siga:

 

- Hetta var RÆÐULIGA spennandi. Vit vóru í kolkjallaranum eitt skifti, men vit vístu vilja og áræði, og kempaðu okkum fyrimyndarliga aftur í dystin.

 

Høvdu fjeppararnar nógv at siga?

- Ja fjeppararnar vóru øðiliga nógvir í tali, og teir bóru okkum til sigurs. Vit vístu í dag, at vit eru besta flogbóltslið í landinum, og tað er fult uppiborið at vit vunnu.

 

Er høllin ikki í so lítil at spæla í?

- Jú høllin er nakað lítil. Ein ítróttarhøll hevði verið betur, og sum eg skilji á lagnum, eru planeringar byrjaðar til tað, so tað verður spennandi. Tað er tørvur á tí, sigur Jóan Petur á Stongum.