SÍ-ÍF 3-0 (25-18, 25-16, 25-16)
SÍ-ÍF 3-2 (25-22, 24-26, 25-20,16-25, 15-13)
Í Meistaradeildini hjá kvinnum hevur tað longi verið ÍF, ið hevur ligið einsamalt á odda, men hendan sannroynd er nú broytt, tí tað syrgdu sørvágskvinnur fyri í vikuskiftinum, tá tær løgdu ÍF afturum seg á stigatalvuni.
Við fyrst at vinna móti júst ÍF, og so dagin eftir, at vinna móti Mjølni, kundi SÍ leggja seg framum naskasta kappingarneytan úr Fuglafirði.
Ungar og sprelskar SÍ kvinnur
SÍ settu, við sigrinum á ÍF, spurnartekin við, hvussu tað ber til at ÍF hevur megnað at verið ósigraðar líka til hetta vikuskiftið. Men møguliga er tað bara orsakað av at tað veruliga er byrjað at glíða so mikið væl hjá SÍ, at tær ikki eru at steðga. Tær ungu og sprelsku knúgvaðu ÍF kvinnunum á leikandi lættan hátt.
Tær úr Fuglafirði royndu at dúva uppá press gjøgnum servurnar, og annars at draga ferðina úr ungu, ágrýtnu og evnaríku SÍ-kvinnunum, men lítið nyttaði, tí onki skuldi standa fyri hendan dagin. Serliga Birgit og Karin vístu vegin fyri SÍ.
ÍF byrjaðu tó betur uppá triðja sett, men tá SÍ fekk tikið seg saman og konsentrera seg, varð leikgongdin tann sama, sum í hinum báðum undanfarnu settunum.
Finalustatus
Í Meistaradeildini hjá monnum møttust eisini SÍ og ÍF, og her gjørdist talan um rættuliga finalukendan dyst, hvat spenningi viðvíkur.
Nógv var eisini at spæla um í Sørvági; SÍ, fyri at fylgja við oddaliðnum Mjølni, og fyri ÍF, at náa oddinum aftur, so teir aftur kundu gera seg galdandi, hvat FM gulli viðvíkur.
Settini háttaðu seg soleiðis, at SÍ fekk betru byrjanina uppá dystin, og vann fyrsta settið, takkað verið hóttandi miðspæl frá heimaliðnum. ÍF hava neyðuga hepnið og dirvið, og taka sær av øðrum setti. Triðja fer so aftur til SÍ, takkað verið góðum blokkum, so teir á tann hátt minka um vandan, ið Boban Ilic altíð skapar.
Fjórða settið fellur fult og heilt til gestirnar, ið fáa eina sera góða byrjan, og eisini hava teir neyðuga hepnið í plaseringunum av blokkinum.
Fimta og avgerandi settið gerst, sum vanligt eisini er, ein sannur gysari. Vanligt er, at tað altíð er rættuliga javnt, og so varð eisini hesaferð. SÍ fekk betru byrjanina uppá settið, og so kom ÍF, og so skyfti aftur. Tá tað so tóktist at vera ÍF, ið átti tørn at vinna nakrar bóltar, útibleiv tað, og SÍ vann tískil settið og dystin 3-2. Við hesum hevur SÍ lagt seg á odda í Meistaradeildini, og samstundis lagt seg í góða støðu, til at vinna sær luttøku í ársins steypafinalu, ið verður í februar í Havn.
Hinir dystirnar
Aðrastaðni, í vikuskiftinum, vórðu nakrir dystir spældir, og nøkur av liðunum spældu bæði leygardagin og sunnudagin.
Liðini, ið spældu tveir dystir vóru TB, Dráttur, SÍ og Mjølnir. Hetta eru øll lið í Meistaradeildini hjá kvinnum. Hjá monnunum var bert ein dystur í vikuskiftinum, og hann er umtalaður omanfyri.
Ungar Mjølnirsgentur gera bart
Tað unga liðið hjá Mjølni gjørdi veruliga bart, tá tær leygardagin fingu vitjan av somuleiðis ungu Tvørágentunum, og har gjørdi heimaliðið bart og vann dystin 3-0, og harvið eisini uppum TB. Mjølnir hevur, eins og TB fýra stig, men er í teirru støðu, at tær hava betri settmun, og at tær so eisini júst hava vunnið móti sama TB, so gevur tað eina góða støðu framyvir.
TB vóru so óhepnar at missa rutineraðu Sólvu Dimon, longu í fyrsta setti, vegna skaða, og eftir tað gjørdist tað trupult, tí TB dugdu ikki at fylla plássið hjá Sólvu og hetta gjørdu unga Mjølnir liðið sær dælt av.
Tveir útisigrar á rað
Drátturskvinnur gjørdu rættuligt hál í vikuskiftinum, tá tær tvær ferðir skuldu spæla dyst á útivølli. Tær gjørdu bart, og lupu í báðum førum avstað við sigrinum móti ávíkavist KÍF í Kollafirði og TB á Tvøroyri.
Í Kollafirði var talan um uppgerð, ið hevði týdning fyri kampin um triðja plássið, og har dróg KÍF styttra stráðið, tá tær løgdu rygg til 3-1 tap, móti vágagellunum úr Drátti.
Dráttur eru eftir vikuskiftið ájavnar ÍF í stigum t.e. 12 stig, men ÍF kvinnurnar hava bert spælt ein dyst í vikuskiftinum, og hava tessvegna ein dyst á láni, í mun til Drátt.
Í Faktaboks:
Dystir um vikuskiftið
Meistaradeild kvinnur
KÍF-Dráttur 1-3 (25-16, 21-25, 15-25, 19-25)
Mjølnir-TB 3-0 (25-19, 25-15, 25-19)
SÍ-ÍF 3-0 (25-18, 25-16, 25-16)
Mjølnir-SÍ 0-3 (24-26, 16-25, 25-27)
TB-Dráttur 0-3 (21-25, 12-25, 08-25)
Meistaradeild menn:
SÍ- ÍF 3-2 (25-22, 24-26, 25-20, 16-25, 15-13)